Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 84
90
Um illvokstur
fleiri konufólk enn mannfólk, undantikin árini 50—59, her
vóru 15 fleiri mannfólk enn konufólk.
Við fólkateljingina hin 5. nov. 1935 vóru í Foroyum
13085 mannfólk og 12659 konufólk. Mannfólkið var hesa
ferð í meiriluta til 50 ára aldurin. Síðan flest konufólk,
men kortini alt undir einum fleiri mannfólk enn konufólk.
í Danmórk eru sum nevnt fleiri konufólk enn mannfólk.
Mannfólkið var við flestu fólkateljingar frá og við 1921
í meiriluta upp til 20 ára aldurin, síðan fleiri konufólk.
Tó var vendin, við einari einstakari teljing, við 15 ára
aldurin, og við eini aðrari teljing við fullu 24 ár.
Tólini omanfyri galda allar Fðroyar. Tað ókið, sum
frá 1920 til 1952 sókti lækna á Eiði, stendur neyvan í ser-
stóðu. í hesum ðki var krabbavókstur í maganum at kalla
eins vanligur hjá báðum kynjum upp til 65 ára aldur
(sí 3. talvu). Síðan vóru nógv fleiri Ikonufólk, ið sjúkuna
hóvdu, enn mannfólk, eisini innan hvórt tíggjuára skeið
sær. I Danmark kemur vendin viðvíkjandi meiriluta av til-
burðum hjá kynjunum seinni, og aldri fyrr enn við full
74 ár. Her eru tað longu týðiliga 10 ár fyrr, kanska meiri.
Tað er rætt at vísa á hesa merkisverdu sannmynd; men
sjálvandi má ein ikki gloyma, at tðlini eru smá og tí mega
verða viðgjórd við fyrivarni.
í frágreiðingini í 1912 frá illvakstrarnevndini fáa vit
frá Fr. Jórgensen og A. Boeg1) upplýsingar um illvókstur
hjá fcilkiinum í Fóroyum tíðina 1879—1910. Eisini her
eru at kalla líka nógv mannfólk sum konufólk við illvókstri
sum deyðaatvold, og viðvíkjandi illvókstri í maganum er
eisini her vendin í meirilutanum kynjanna millum fyrr,
enn hon er í Danmórk: Hon er her sum í Eiðis læknadðmi
um 65 ára aldurin. Undan hesum aldri er sama tal av
mannfólki og konufólki, eftir hendan aldurin eru fleiri
konufólk enn mannfólk. At vendin kemur fyrr — í minsta
lagi 10 ár — í Fóroyum enn í Danmðrk, tyki&t at vera
uttan iva.
Átta av teim 45 sjúkl. við krabbavókstri í maganum