Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Side 167
Nr. 63.
18. oktober.
Kunngerð
um
fiskiveiðu eftir makreli í norskum og EEC-sjógvi.
Við heimild í § 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 22. september 1978 um regulering av føroyskum
fiskiskapi uttan fyri landleiðina og eftir samráð við marknaðarnevnd løgtingsins hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Treyt fyri, at skip heimahoyrandi og skrásett í Føroyum kann byrja fiskiskap eftir
makreli í norskum ella EEC-sjógvi, er, at fiskiloyvi er givið skipinum til henda fiskiskap.
Fiskiloyvið verður givið av landsstýrinum (fiskivinnustovuni). I loyvinum verður tilskilað,
hvørja nøgd loyvt er skipinum at veiða og á hvørjum leiðum.
2. stk. Fyri tey skip, ið nú eru í veiðuni, verður gjørt tað undantakið, at landsstýrið
(fiskivinnustovan), uttan umsókn er neyðug, tillutar hvørjum skipi sær ávísa kvotu, sum ikki má
veiðast uppum, og á hvørjum leiðum. Skipi, ið onga kvotu fær tillutaða, er ikki loyvt at veiða.
§ 2. Brot móti kunngerðini ella treytum í givnum loyvisbrævi koma undir bót, og heraftrat
kann allur fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma
undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.
2. stk. Um brotið er komið undir straff ella konfiskatión í fremmandum landi ella hinum
partinum av kongaríkinum, verður hesum givið gætur í útmetingini av bótini, soleiðis at bótin í
givnum føri fellur burtur, og eisini í spurninginum um konfiskatión.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 18. oktober 1978.
Petur Reinert (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus.