Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Síða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Síða 3
7 LØGTINGSLÓG Nr. 3 um 13. febr. tryggingarvirksemi Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: Kapittul 1 Øki lógarinnar § 1. Henda lóg er galdandi fyri tryggingarvirksemi og virksemi hjá eftirlønargrunnum sambært kapittul 21 og 22. Stk. 2. Fyri endurtryggingarvirksemi og sam- trygging kann Føroya Landsstýri góðkenna frávik frá lógini, ella aðramátar áseta serligar reglur. § 2. Lógin er ikki galdandi fyri 1) arbeiðsloysisskipanir, jbr. løgtingslóg um arb- eiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. 2) Sjúkrakassar og líknandi kassar. § 3. Reglumar í hesi lóg um samtøkur verða at nýta, tá móðurfelagið er eitt tryggingarfelag. Stk. 2. Eftirlitið kann gera av, at reglumar um samtøkur í hesi lóg ella lógini um partafeløg eisini verða at nýta heilt ella partvíst, burtursæð frá § 49, stk. 3 í partafelagslógini: 1) á bólkar av tryggingarfeløgum, ið ikki gera eina samtøku sambært § 2 í partafelagslógini, men sum tó hava eitt slíkt sínámillum samband, at nýtsla av nevndu reglum má vera mett neyðug. Hesi feløg tilnevna eitt felag sum § 4 fevnir um, og sum er hei- mahoyrandi her í landinum, ið skal verða mett sum móðurfelag. Verður hetta ikki gjørt, tilnevnir Eft- irlitið felagið, 2) á viðurskiftini millum eitt parta- ella smáparta- felag og eitt tryggingarfelag, tá fyrst nevnda mót- vegis tryggingarfelagnum hevði verið mett sum móðurfelag sambært hesi lóg, um tað rak trygging- arvirksemi. Stk. 3. Við dótturfeløg er at skilja dótturfeløg og aðrar fyritøkur, sum felagið hevur eitt samsvarandi samband við. Kapittul 2 Almennar reglur um tryggingarvirksemi § 4. Tryggingarvirksemi sambært hesi lóg kunnu einans partafeløg, sínámillum feløg og eftirlønar- grunnar sambært kapittul 21 og kapittul 22 og Før- oya Lívstrygging reka, sum frá Føroya Landsstýri og Eftirlitinum hava fingið loyvi (konsessión) sam- bært § 9, stk. 1 og stk. 2. § 5. Eitt tryggingarfelag kann ikki hava annað virk- semi enn tað tryggingarvirksemi, sum loyvið tilskil- ar, um ikki annað fylgir av reglunum í § 6. Stk. 2. Eitt tryggingarfelag verður mett at reka annað virksemi, um so er, at felagið 1) fremur eina avgerandi ávirkan í einum vinnu- virki, ið rekur annað slag av virksemi enn trygging- arvirksemi ella virksemi sambært § 6, ella 2) saman við øðrum tryggingarfeløgum ella eftir- lønargrunnum hevur eina avgerandi ávirkan í einum vinnuvirki, ið rekur annað virksemi enn tryggingar- virksemi ella virksemi sambært § 6, og sum ikki er eitt peningamillumgongupartafelag. Stk. 3. Peningamillumgongupartafeløg eru parta- feløg, hvørs endamál bert er at fáa sær ognarpartar ella í aðramáta seta pening í eina ella fleiri vinnu- fyritøkur. Stk. 4. Tá fleiri tryggingarfeløg gera eina sam- tøku, har móðurfelagið ikki er eitt tryggingarfelag, ella tey eru saman í einum fyrisitingarfelagsskapi, verða viðkomandi tryggingarfeløg mett sum eitt tryggingarfelag tá stk. 2 kemur í nýtslu. Somuleiðis verða møgulig dótturfeløg hjá einum tryggingarfel- ag saman við móðurfelagnum mett sum eitt trygg- ingarfelag. § 6. Umframt tryggingarvirksemi kann eitt trygg- ingarfelag hava fylgjandi virksemi: 1) umboð fyri tryggingarfeløg og fyri onnur fel- øg, ið eru undir eftirliti Eftirlitsins, 2) byggja, eiga og reka fasta ogn sum varandi peningaíløga og 3) annað virksemi, ið má metast at hoyra til fel- agsins tryggingarvirksemi. Stk. 2. Eftirlitið kann gera av, at eitt virksemi, ið stk. 1, nr. 3 fevnir um, skal innast av einum øðrum felag, sum er skrásett hjá tí føroyska skrásetingar- myndugleikanum. Stk. 3. Tryggingarfeløg kunnu gjøgnum dóttur- feløg reka virksemi, sum ikki er tilskilað í loyvi fel- agsins, tá dótturfelagið einans rekur virksemi, ið er undir eftirliti Eftirlitsins. § 7. Tryggingarvirksemi og annað virksemi, i𠧧 5, stk. 1 og 6, stk. 1 fevna um, skal verða rikið sam- svarandi reiðiligum handilsskikki og góðari trygg- ingarsiðvenju. Eftirlitið kann í førum, har virksemið verður rikið ímóti hesum geva boð um, at slíkt virk-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.