Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Qupperneq 17

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Qupperneq 17
21 ingar um tey bæði feløgini, sum Eftirlitið metir neyðugar fyri at kunna meta, um avhendingin er ráðilig mótvegis tryggingartakarunum. Stk. 2. I samband við avhendingina kunnu í tryggingartreytunum hjá avhendandi felagnum ein- ans verða gjørdar slíkar broytingar, ið Eftirlitið met- ir verða eina neyðuga fylgju av avhendingini, her- uppií broyting í reglunum um eykaágóða. Stk. 3. Um ikki Eftirlitið á verandi grundarlag metir, at loyvi til avhendingina eigur at verða nok- tað, skal Eftirlitið kunngera eina frágreiðing um ta ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýs- ingar góðkenda blað og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á teir tryggingartakarar, hvørs tryggingar ætlanin er at avhenda, um innan 3 mán- aðir at geva Eftirlitinum skrivliga fráboðan, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, eina fráboðan um avhendingina og frágreiðing Eftirlitsins. Stk. 4. Tá tann í stk. 3 nevnda freist er úti, tekur Eftirlitið við fyriliti til tey innkomnu mótmælini av- gerð, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í samsvari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtal- an kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving. § 90. Verður avgjørt at smelta saman tvey ella fleiri lívstryggingarfeløg til eitt nýtt felag sambært § 93, stk. 1, hevur avgerðin um hetta ikki gildi fyrr enn Eftirlitið í samsvari við § 89 hevur givið loyvi til ta í sambandi við samansmeltingina neyðugu avhend- ingina av tryggingarmongdini. Stk. 2. Tá Eftirlitið hevur tikið avgerð um, at tryggingarmongdin kann verða avhendað, jbr. § 89, stk. 4, kunnu tryggingartakarnir ikki slíta trygging- aravtaluna, hóast § 27 í lóg um tryggingaravtalur, við samansmeltingini sum grundgeving. Stk. 3. Vil eitt tryggingarfelag avhenda alla sína ogn og skuld til eitt annað tryggingarfelag, sambært § 93, stk. 1, verða stk. 1 og 2 at nýta samsvarandi. Kapittul 16 Avhending av eini skaðatryggingarmongd § 91. Vil eitt tryggingarfelag avhenda alla sína skaðatryggingarmongd ella ein ávísan part av hesi til eitt annað felag, soleiðis at fyrst nevnda felagið við hesum verður leyst av ábyrgd mótvegis tryggingar- takarunum, skal tað søkja Eftirlitið um loyvi til hetta, um ikki tryggingarfelagið í samband við av- hendingina fær samtykki frá tí einstaka tryggingar- takaranum. Við umsóknini um yvirtøkuna skal fylgja tann sáttmáli, ið er gjørdur millum tey bæði feløgini og slíkar upplýsingar um tey bæði feløgini, ið Eftirlitið metir neyðugar fyri at kunna meta, um avhendingin er ráðilig mótvegis tryggingartakarun- um. Stk. 2. Um ikki Eftirlitið á verandi grundarlag metir, at loyvi til avhendingina eigur at verða nok- tað, skal Eftirlitið kunngera eina frágreiðing um ta ætlaðu avhendingina í tí í Føroyum til almennar lýs- ingar góðkenda blað og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á teir tryggingartakarar, hvørs tryggingar ætlanin er at avhenda, um innan 3 mán- aðir at geva Eftirlitinum eina skrivliga fráboðan, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakarum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, eina fráboðan um avhendingina og frágreiðing Eftirlitsins. Stk. 3. Tá tann í stk. 2 nevnda freist er úti, tekur Eftirlitið við fyriliti til tey innkomnu mótmælini av- gerð, um tryggingarmongdin skal verða avhendað í samsvari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtal- an kann ikki verða slitin við avhendingini sum grundgeving. § 92. Verður avgjørt at smelta saman tvey ella fleiri skaðatryggingarfeløg til eitt nýtt felag sambært § 93, stk. 1 hevur avgerðin um hetta ikki gildi, fyrr enn Eftirlitið í samsvari við § 91 hevur givið loyvi til ta í sambandi við samansmeltingina neyðugu avhend- ingina at tryggingarmongdini. Stk. 2. Tá Eftirlitið hevur tikið avgerð um, at tryggingarmongdin kann verða avhendað, jbr. § 91, stk. 3, kunnu tryggingartakarnir ikki slíta trygging- aravtaluna, hóast § 27 í lóg um tryggingaravtalur, við samansmeltingini sum grundgeving. Stk. 3. Vil eitt tryggingarfelag avhenda alla sína ogn og skuld til eitt annað tryggingarfelag sambært § 93, stk. 1, verða stk. 1 og 2 at nýta samsvarandi. Kapittul 17 Samanlegging og klúgving § 93. Reglumar um samanlegging í hesum kapitli verða at nýta, tá eitt tryggingarfelag uttan at verða avtikið verður upployst við avhending av allari ogn og skuld hjá felagnum til eitt annað tryggingarfelag, og tá tvey ella fleiri tryggingarfeløg verða smeltað saman til eitt nýtt tryggingarfelag. Stk. 2. Reglurnar verða at nýta samsvarandi, um so er, at eitt parta- ella smápartafelag, hvørs endamál einans er at reka virksemi, ið § 6 fevnir um, stk. 1, uttan at verða tikið av avhendar alla sína ogn og skuld til eitt annað tryggingarfelag. Stk. 3. Reglurnar verða við neyðugum tillaging- um at nýta samsvarandi, tá tað í einum tryggingar- felag verður tikin avgerð um klúgving av felagnum. § 94. Hóast reglurnar í § 134 b, stk. 2, 3. pkt. í parta- felagslógini, kann Eftirlitið tó loyva, at tær rokn- skaparligu upplýsingamar í seinastu ársfíggjarstøð- uni í hvørjum av teimum samanløgdu feløgunum verða lagdar til gmnd fyri metingini av teimum tryggingarligu burturleggingunum, og at samanlegg- ingin verður framd við roknskaparligum gildi frá

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.