Fróðskaparrit - 01.01.2006, Qupperneq 10
Føroyskt-danskt málsamband
Athall, tillaging, eingangstillaging og málbygging
Convergense, accomodation and language building in Faroese
Hjalmar P. Petersen
SFB 538 Mehrsprachigkeit, Max-Brauer-Allee 60, D-22765 Hamburg, Týskland.
Email: hjalmar.petersen@uni-hamburg.de; hjalpet@post.olivant.fo
Úrtak
Aldalanga sambandið ímillum føroyskt og danskt hevur
havt við sær, at føroyingar eru tvímæltir. Eitt úrslit av
hesum tvímæli er fleiri tøkuorð í málinum, eitt annað -
og tað hongur saman við politiskari tjóðarbygging - er
málrøktin, og harumffamt er at nevna, at tað annaðhvørt
kann vera tað valda málið (føroyskt) ella tað virkna mál-
ið (danskt), sum setur ta syntaktisku rammuna. Málbrúk-
arar kunnu royna at taka uppaftur, stundum uttan at tað
rættiliga eydnast, (replikatión, replikera) eitt nú ymiskar
setningsgerðir í tí virkna málinum, og verður úrslitið, at
nakrir nýggir strukturar koma inn í føroyskt, strukturar,
sum ikki eru at meta sum málspilla, men sum málbygging,
tí tað snýr seg um diskursbundin frábrigdi, sum em íkomin
av samskiftistørvinum. Mett verður eisini um í stuttum,
um málrøktin hevur nakran týdning nú á døgum, og
partvísa niðurstøðan er, at tað hevur hon ikki reint málsliga,
uttan har hon er partur tjóðarbyggingini
Abstract
In this short paper we discuss especially language-
contact induced changes in Faroese, shown with some
examples form the verbs. We will compare the real
language situation with purisms as an ideology; we
exprcss the opinion that purism will not have any large
influence on Faroese sentence processing as it is for
example incapable of accepting the actual language
situation where the active language (Danish) interferes
with the selected (Faroese) setting, from time to time,
the language frame. We will refer to Faroese as the
selected language = SL (tað valda málið) in this article,
and Danish as the active language = AL (tað virkna
málið), active in the sense that it does everything the
SL docs, except having access to the arliculators. The
Faroese-Danish structures we sce cmcrging are not
corrupted, but instead a case of language building.
1. Inngangur
Greinin snýr seg um nútíðarføroyskt ávirk-
að av donskum við tí úrsliti, at nýggjar setn-
ingsgerðir daga undan, soleiðis, at tað inn-
bundna málið (danskt) kann gera av, hvussu
bulurin fer at síggja út, t.e. bygnaðurin í
rótarmálinum (føroyskt), sbr. eisini M.
Barnes, sum metir, at mann hevur tvær
skipanir í føroyskum, eina føroyska og eina
danska, sum er løgd oman yvir ta føroysku
málskipanina (Barnes, 1992, 2001); sbr.
eisini tey mongu Orðafarini frá Málnevnd-
ini, t.e. serliga fráteimum gomlu Málnevnd-
unum, har vit greitt fáa dømir um hetta mál-
blandið, sum eg kalli málbygging, tí tað
kemur ikki úr ongum. Talan er, sum eg sigi
seinni í greinini, um diskursbundin frábrigd-
ir, sum eru íkomin av samskiftistørvinum og
teirri tvimæltu støðuni, har meira enn ein
málskipan er virkin í málmyndanini.
Eg fari at visa, hvussu tað valda málið
(føroyskt) og tað virkna málið (danskt)
ávirka hvørt annað. Hetta verður gjørt við
sagnorðadømum, serliga sagnorð + bitil, og
er tað partur av eini størri verkætlan um
tvímæli í Føroyum, sum verðurgjørt í Ham-
burg í løtuni.
Fróðskaparrit 54. bók 2006: 8-20