Fróðskaparrit - 01.01.2006, Qupperneq 14
12
FØROYSKT-DANSKT MÁLSAMBAND
eg veit ikki, hvar eg havi lært danskt frá - eg
havi bara dugað tað. (KUIV)
3. Ikki hevur borið so væl til
Nú sigur høvundurin el. høvundarnir at
Orðafari nr. 2 frá feb. 1987, at tað ikki hevur
borið so væl til hjá málrøktini at seta mark
millum danskt og føroyskt.
Tað er ikki málrøktin, sum skal seta hetta
markið. Málbrúkarin má gera tað, og hann
ger tað ikki, tí hann í gerandisliga talumáli
sínum ikki hevur brúk fyri nøkrum marki,
av tí at málið verður brúkt at samskifta við,
sbr., at vit kunnu meta um mál sum:
a language is a system which mediates, in highly
complex way, between the universe of meaning
and sound. (Chafe, 1970)
Og í eini málskipan eru ymisk løg, t.e.:
a) tað hugmyndarliga
lagið (conceptual level)
b) funktiónslagið (functional level)
c) yvirborðið (positional level)2
Levelt (1989), de Bot(1992),
Myers-Scotton og Jake (1995),
Myers-Scotton (2006).
Nakað skal sigast um hetta, áðrenn hildið
verður fram.
í einari samtalu leggur mann altíð eina
ætlan, og samtalan byrjar altíð í einum
samanhangi; t.e. diskursurin, sum ikki ervið
omanfyri. Ti ber til at byrja ein setning við
einum bundnum navnorði eins og sólin
skínur í dag. Hetta ber til, tí vit vita, at tað
baraerein sól, sbr. eisini setningarí føroysk-
um sum tann amerikanskiforsetin : amerik-
anski forsetinA tí seinna er einki kenniorð,
tí samrøðuluttakararnir vita, at tað bara er
ein amerikanskur forseti (Petersen, 2002).
Á tí hugmyndarliga lagnum er konsept-
ualaisarin, og her er tað, at vit leggja eina
ætlan; hvat er tað, sum vit skulu siga. Hetta
verður gjørt á makroplanleggingarlagnum í
konseptualaisaranum. Á mikroplanlegging-
arlagnum verður málið valt, og vit spyrja,
hvussu nái eg tí, sum eg havi sett mær fyri
at siga (Levelt, 1989; de Bot, 1992).
Hugsa tær, at ætlanin er at miðla hetta her
at fata við eygunum. Ymiskir møguleikar
eru. Vit hava sagnorðini síggja, hyggja (inn,
út), hyggja seg um, skoða, líta at..., men júst
í okkara føri kunnu vit hugsa okkum, at
talandi vil miðla hetta, at onkur hevur verið
inni i einum fínum húsum, og at tey sluppu
at hyggja seg um inni í húsunum.
Tað er merkingarmunur ímillum at
hyggja og at síggja. Tú kanst hyggja teg um
uttan neyðtúrvligvís at uppfata tað, tú sært,
t.d., tú ert inni í einum handli og ‘hyggur
teg um’. Útafturkomin veitst tú ikki alt, sum
tú hevur sæð. Atsíggja krevur eitt beinleiðis
ávirki, og tú uppfatar tað, sum tú sært (Levin,
1993).
I konseptualaisaranum hevur framsøgn-
in ongan málsligan form. Á mikroplanlegg-
ingarlagnum í konseptualaisaranum verður
málið valt- tað er helst her, tað verður gjørt,
tí mann hevur munir ímillum mál, eins og
føroyskt hesin: hasin mótsett íslendskum
pessi: 0.
1 einari tvímæltari støðu eins og teirri
føroysku eru ymiskir møguleikar at velja
ímillum: Føroyskt kann vera tað valda
málið, og ertað málið, sum hevurræðiðyvir
yvirborðsmyndunum - altso, at vit fara at
fáa .. .hyggja seg um.