Fróðskaparrit - 01.01.2006, Qupperneq 17
FAROESE-DANISH LANGUAGE CONNECTION
15
Tey somu lemmuni eru aktiveraði, teir somu
tematisku leiklutirnir sum í (4), men aðrar
snildir, nevniliga, at tann, sum tosar, hevur
aktiverað tann danska partin av málkunn-
leika sínum, og at tað er tað danska, tað
innbundna málið, sum ger av, hvussu setn-
ingsbygnaðurin í bulinum verður, t.e. við
geva + NH + FH + NH (geva ringin til
onkrari).
Og hetta er ein møguleiki, sum tvímæl-
ingurin hevur, og tað er einki galið í at brúka
henda møguleikan. Eitt slíkt bland er ikki
vánaligt málbrúk sætt út frá einum málslig-
um sjónarmiði, og slíkt bland er ikki óvanligt
í tvímæltum málsamfeløgum. At tað verður
rnett sum vánaligt málbrúk, er eitt ytri
brennimerki, sum er sett á av ideologiskunt
grundum. Meira um hetta undir 5. Lúnskar
málspillur.
Hetta kann vera ein strukturur, sum er í
ferð við at koma inn í føroyskt, skal eg ganga
út frá einari kanning, eg gjørdi í Hoydølum
í august í ár.
Mynd 2
Rætt Skeivt
Nú hevur Jógvan givið nngin til onkran 9 3 2
Nú hevur Jógvan givið onkrum ringin 12 2
Mynd 2 visir, hvussu 14 studentaskúlanæmingar í
fyrsta G meta um setningarnar geva + NH + FH +
NH og geva + NH + NH. Tað fyrsta raðið (9, 12)
visir ein rættan setning, el. setning, sum næmingurin
góðtekur fullkomiliga. Annað raðið (3, 2) sigur, at
setningurin ergrammatiskur, men eghevði ikkisjálvur
brúkt hann. Triðja raðið (2) undir Skeivt vísir, at
setninguri ikki erfullkomiliga skeivur, men heldurikku
fullkomiliga rcettur, meðan tað síðsta raðið stendur
Jyri, at setningurin er fullkomiliga skeivur. 5
Dømið við geva er eitt gott dømi um athall;
dømið við síggja runt kann vera athall, men
eisini ein myndanarvilla, ávirkað av hyggja
inn, hyggja út...
Eg spurdi sjey onnur. Miðalaldur uml.
30, og bara ein góðtók givió ringin til onkr-
an. Hví?
Hetta eru íkomandi málmyndanir. Nýtsl-
an av íkomandi málmyndanum er soleiðis,
at tann nýggi setningsbygnaðurin kann
verða brúktur, nýtist kortini ikki. Tað síggja
vit í geva ringin til onkran, har tey ungu
brúka setningin. Ikomandi málmyndanir eru
morfosyntaktiskt tær somu sum í modell-
málinum, sbr. dansktg/ve/7 ringen til nogen.
Áðrenn íkomandi málmyndanir verða tillag-
aðar verða tær ikki nógv brúktar. í tekst-
bankanum á Føroyamálsdeildini við 8271
dømum av geva eru bara fimm dømi við
geva til (kanska fleiri vórðu, um aðrir form-
ar av sagnorðinum vórðu tiknir við). íkom-
andi málmyndanir verða ikki góðtiknar av
øllum málbrúkarum - nakað, sum ikki er
neyðugt at gera nakra viðmerking til í okk-
ara føri, og puristar vilja ikki góðtaka tær,
sbr. eisini Heine og Kuteva (2005:71).
1 føroyskum ber til at siga:
(6) a. og hon bleiv irriterað inn á hann (KUIV)
og hun blev irriteret pá ham (Dan.)
*og hun blev irriteret ind pá hani (Dan.)
Tað ber ikki til at siga (6c) á donskum,
meðan vit í føroyskum hava eina setnings-
gerð við tveimum sagnorðabitlum inn á
mótsett danskt pá. Her er sagnorðið lænt úr
donskum, men tað er tillagað. Fyrimyndin
er ilskast inn á. Av tí at (6a) er so vanligt í
føroyskum, og av tí at vit ikki kunnu siga,