Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 20
18
FØROYSKT-DANSKT MÁLSAMBAND
lærd, og tess betur tú dugir tey, tess meira
renna tey saman, og sum eg havi nevnt fyrr
í greinini, so vita vit ikki enn, nær føroysk
bøm duga danskt, nær skilja tey tað? Nær
duga tey at dána setningar?
Sjálvandi ber ikki væl til bara við nøkr-
um ideologiskum brøgdum at skúgva henda
veruleika til viks.
Men er málrøktin fullkomiliga farin fyri
bakka? Meira at siga mislukkað?
Tann harðrenda kósin, partvís. Tað fer,
eins og víst á omanfyri, við einari málstøðu,
har athall, tillaging og tillagað eingangslán
eru ráðandi, umframt reguler lán, ongantíð
at bera til at beina av vegum øllum tí, sum
danskt er. Ikki fyrr enn við møguligari, pol-
itiskari loysing, men vit fara tá at fáa eitt
annað mál inn, nevniliga enskt. Kanska tað
fer at føra til málskifti og máldeyða, men tað
er ein onnur søga, sum vit einki vita um.
Fullkomiliga tapt hevur málreinsarin
kortini ikki, tí fleiri orð verða brúkt í dag,
sum málrøktin hevur skotið upp, setnings-
bygnaður, neyvan. Hon hevur eisini eina stíl-
messiga funktión, t.e., at mann í einum sin-
ámillubólki og samanhangi brúkar, kanska,
Jjálturstungin, heldur enn nervøsur, t.d. í
einari týðing ella grein, og tað kann vera, at
hon, á ein hátt, er stabiliserandi. Tað dugi
eg ikkiat svara uppá, vegna vantandi kann-
ingar. Men á sama hátt kann tann føroysk-
danska tvímælisstøðan møguliga vera stab-
iliserandi mótvegis enskum, og tí má mann
hugsa seg væl um, áðrenn mann byrjar at
pilka við henda stand, sum hevur vart í so
mong ár.
Vit hava nakrar málnormar, og vit royna
at tillaga málbrúki okkara til móttakaran. 1
samband við málrøktina og nýorð kemur
hetta mest fram í skrift í føroyskum, og so
eisini tað, at vit identifisera okkum sum
serstakan bólk sum føroyingar serliga við
málinum sum miðil, og har er tað, at mál-
røktin við nýorðum sínum kann hava ein
leiklut, t.e., at vit við at siga telda ístaðin fyri
kompjútari, vísa, at vit eru ein serstakur
bólkur her úti í Atlantshavinum7. Tað er hetta
symbolska virðið í málinum, sum eisini má
takast við. Málrøktin hevur ein symbolskan
týdning. Hon er knýtt at tjóðskaparrørsluni
og samleikakensluni. Við føroyskum vísir
tú, at tú hoyrir til ein vissan bólk.
Eg skal eisini gera vart við, at einki for-
gjørt er í, at mann hevur opnan tann møgu-
leika at smíða orð, altso at fara aftur til eitt
nú eldri føroyskt og brúka básur ikki bara í
merkingini ‘pláss til neyt at standa á í fjósi,’
men eisini ‘avskildrað rúm í t.d. framsýn-
ingarhøll’. Tað skal bara ikki vera soleiðis,
at nakrir fáir sleppa at tvinga sína ideologi
niður yvir onnur, sbr. Niclasen (1992), har
ført verður fram, at málrøktin skapar trupul-
leikar heldur enn loysir teir, sbr. eisini,
hvussu vit hava defmerað ideologi omanfyri,
t.e. ‘trúarmynstur og gerðir, sum gera, at
sumt kann tykjast natúrligt, annað ikki.’
Sjálvandi er tað, sum er natúrligt hjá einum,
ónatúrligt hjá einum øðrum, og vert er at
hava í huga, at málrøktin, mett út frá einum
málvísindaligum sjónarmiði, ikki er vísindi,
men ideologi.
Málsambandið førir við sær, at málbrúk-
arin brúkar øll tey ráð, sum eru tøk, bæði i
føroyskum og donskum, men eisini tey ym-
isku stílløgini í báðum málunum. Hetta mál-
samband er ikki beinleiðis vánaligt mál, men
kann eins væl metast sum málbygging.
Samanumtikið lekur ímillum teori og