Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 22
20
FØROYSKT-DANSKT MÁLSAMBAND
Sapir, E. 1921. Language: An Introduction to the Study
ofSpeech. A Harvest Book. New York.
Svabo, J. Chr. 1781-1782. (1959) Indberetningerfra
en Reise I Færøe 1781 og 1782. N. Djurhuus
(ritstj.). Selskabettil udgivelseraf Færøske Kilde-
skrifter og Studier. København.
Notur
') Setningamir em úr vanligum talumáli, t.e., óbund-
nar samrøður, gjørdar í nov. 2005. K = kvinna, E =
eldri, V = Vágar. M = maður...
2) Til ber at kalla hettapositional level fyri yvirborðs-
lagið e\.yvirborðið, tí tað erher, at boðskapurin fær
Ijóðligan form.
3) Ein triði møguleiki er, at M2 dúrar (dormant lang-
uage); at tað er í langtíðarminninum, men ikki
virkið. Tað liggur í dvala; t.d., um tú hevur lært mss-
iskt ella franskt í Studentaskúlanum. Kanska nakað
er eftir av tí, og hevur tú lært tað nóg væl, kanst tú,
um tørvur er á tí, vekja tað fram og nýta tað.
4) Struktumrin er, foreinklaður, sum víst beint undir.
NH = navnheild, SH = sagnheild. í setningi (5)
kemur eisini fyri FH = fyrisetingarheild.
5) llt er stundum at gera av, hvat er tillaging, athall
o.s.fr., og hvat er ein innari broyting el. rák (Sapir,
1921 ‘drift’), t.e., málvariatión, sum kemur í av
‘natúrligum’, innari broytingum. Tá vit hava geva
ringin til onkran el. hvar eg havi lært danskt frá
mótsett hvaðani eg havi lært danskt, kann hetta vera
talan um rákið frá einum syntetiskum til eitt
analytiskt mál, Bemd Heine (persónlig samrøða).
'j Eitt annað dømi, har roynt varð at beina áralanga
siðvenju burtur er navnalógin; í strangasta líki
sínum miseydnaðist hon, soleiðis at tað nú ber til,
sbr § 2, stk. 2 Kunngerð um undantak til navna-
uppkalling: “Uppkalling í ættini verður avmarkað
til, at tann, ið kallað verður upp eftir, er:
1) systkin hjá barninum
2) foreldur, omma ella abbi, langomma ella lang-
abbi
3) systkin hjá foreldrum
4) systkinabarn ella
5) ommu- ella abbasystir, ommu- ella abbabeiggi.
Stk. 3 Fyri hvørt navnið, ið givið verður, kann bara
verða kallað upp eftir einum navni.
Hetta førir faktiskt við sær, at vit eru aftur har, sum
vit vóru, áðrenn navnalógin yvirhøvur kom.
7) Sjálvandi er tað ikki so einfalt, sum tað er sett upp
her, men faktum er, at føroyingar sum heild meta,
at sumt av tí serføroyska er vakrari enn blandið,
t.d. sjálvandi fyri sjálvjylgiligt, o.s.fr..