Fróðskaparrit - 01.01.2006, Qupperneq 23
Heltn
Heltn
Eivind Weyhe
Fróðskaparsetur Føroya, V.U. Hammershaimbsgøta 13, FO-IOO Tórshavn.
Email: eivindw@setur.fo
Úrtak
Orðið Iwlln er ikki til sum felagsnavn í nútíðarføroysk-
um. Men tað er varðveitt sum navnliður í føroyskum
staðanøvnum. í greinini verður víst á, hvar í landinum
navnið finst, og hvørjar formar tað kann hava. Borið
verður saman við fomnorrønt, norskt og íslendskt, og
ljóðligar og formligar málbroytingar verða umrøddar.
Abstract
In modern Faroese the word lieltn does not exist as a
common noun. It is howevcr prcserved as an elcment
in Faroese placenames. The arlicle indicates where in
the Faroes the name is to be found and the different
forms it can take. Comparison is made with Old Norse,
Norwegian and lcelandic, and phonetic as well as
morphological changes are discussed.
Heltnarnar á Vágseiði
Stendur tú á Vágseiði og lítur suðureftir, sært
tú nakrar naknar klettar standa upp úr sjón-
um tætt úti fyri Kleivini, sum er lendingin á
Eiðinum. Hesir klettar nevnast Heltnarnar.
I roynd og veru er tað eitt stórt samanhang-
andi sker, og soleiðis er tað eisini teknað á
kortinum (Føroyar 1:20.000, kortblað 502,
1998), men tað er ógvuliga ójavnt í hædd,
og sjógvurin skolar javnan tvørtur um og
írnillum kneysarnar, so tað kann viðhvørt
síggja út sum fleiri sker ella klettar.
Navnið er við í navnalistanum sum lær-
arin Poul Næs í Vági (1863-1953) skrivaði
fyri Det danske Stednavneudvalg í 1922, og
aftur í uppskriftini sum ein annar lærari,
Johan O. Djurhuus (1904-87), gjørdi fyri
Fornrannsóknar- og Staðanavnanevnd Før-
oya Løgtings árini 1945-47. Navnaformurin
er í báðum uppskriftum tann sami, og hann
vísir, at navnið er at fata sum bundið kvenn-
kynsorð í fleirtali. Staðanavnið man inni-
halda eitt navnorð sum í eintali og óbundið
man hava hitið *lieltn, men eitt tílíkt orð er
ikki til sum felagsnavn (appellativ) í før-
oyskum nútíðarmáli. Men tað man hava
verið til. Tí orðið er kent í norrønum máli,
og tað kemur fyri í staðanøvnum aðrastaðni
í Føroyum, og somuleiðis í Norra og í Is-
landi.
Skiftandi orðformur
Føroysk orðabók (FO 1998) hevur kvenn-
kynsorðið heltn (flt. -ir) við sum leitorð, men
markar tað við styttingini ”stn.” sum staða-
navnalið, og hon lýsir tað sum ‘hellut lendi
(í fjøllum)’. í bók síni um staðanøvn i Norð-
uroyggjum hevur Chr. Matras eina grein um
henda staðanavnalið (1932: 143). Christian
sigur um heltn (kvk.) at ”Ordet kendes ikke
fra Talesproget, men findes i Stednavne (i
forskellig form) mange steder paa Færøeme.
Er det samme som norr. helkn og hølkn n.
‘stenet Grund, Klippegrund’”.
A fornnorrønum tykist orðið at kunna
hava havt formar við skiftandi sjálvljóði.
Sambært upprunafrøðiorðabókini Islensk
Fróðskaparrit 54. bók 2006: 21-27