Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 24
22
HELTN
orðsifjabók (Magnússon, 1989; sí eisini de
Vries, 1977) kundi tað eita helkn, hqlkn og
hølkn, og tað hevur verið hvørkikyn (Magn-
ússon sigur at tað er fleirtalsorð, men aðrar
norrønar orðabøkur, eitt nú Fritzner og
Heggstad, nevna bara at tað er hvørkikyn,
sama ger íslensk orðabók (2002) og de Vries
(1977), og dømini hjá Fritzner úr fornmáli
vísa at tað kann vera eintal). Annars kann
verða nevnt at orðabókin hjá Fritzner hevur
formarnar helkn n., hælkn n. og hólkn n. og
umsetur til ’ufrugtbar, stenig grund’. Tann
hjá Leiv Heggstad o.ø. hevur helkn n. og
hqlkn n. og umsetingina ’steingrunn, berg’.
Ein endurgjørdur frumgermanskur form-
ur er *hallukina-, ein abstraktorðagerð til
ein form *halluka-, við Æ-eftirfesti. Rótin er
tann sama sum í tí norrøna orðinum hallr,
ið merkir steinur, og í hella og helli, og áður-
nevnda íslendska upprunafrøðiorðabók hev-
ur á íslendskum lýsingina ’grýtt svæði,
hrjóstur, helluberg’. Hildið verður at orðið
hallr upprunaliga hevur verið íí-stovnur, og
at norrønt tí hevur formin hqlkn ella hqllkn
(við t/-umljóði, sbr. got. hallus ’klettur’),
men hevur skift stovn og kunnað verið a-
og kanska eisini /'-stovnur (de Vries, 1977;
Magnússon, 1989). Nevndu keldur siga ikki
við greiðum orðum um hetta er orsøkin til
at vit í norrønum hava formar við skiftandi
sjálvljóði.
Vit kunnu staðfesta at tað er formurin við
e í stovninum ið er varðveittur í føroyskum
staðanøvnum, men við teirri broyting at k (í
hjáljóðaraðfylgjuni Ikn) er blivið til í (Itn),
ein broyting ið vit plaga at nevna lokljóðslop
(ella ”klusilspring”). Haraftrat hevur tað
fingið kvennkynsform í føroyskum.
Hvørki broytingin til kvennkyn ella
broytingin av k til / er tó serføroysk. Navnið
kemur fyri fleiristaðni í Norra, og har fær
tað eisini kvennkynsform í fleirtali. Víst
kann verða til Norske Gaardnavne XII (NG,
1919: 12), har garðsnavnið Heltne á Sogni
er nevnt, eldri Helknar (kv. flt.). Eldri
skjalfestir formar eru t.d. Helknum uml.
1360,Holknumunú. \ 400,Heltnæ 1520-70,
sbr. eisini Helkna sókn á Vestur-Øgdum o.a.
og ein úttaluform sum Heltnanne. Eisini skal
verða nevnt at Norsk stadnamnleksikon
nevnir Hekfjellet (fjall á Vestur-Øgdum),
Hekne (garður á Heiðamørk) og Heknebakk
(stað í Norður-Trøndaløgum) og setur tey í
samband við norr. helkn (hvk.). NG setur
skiftið frá hvørkikyni (eint.) til kvennkyn
fleirtal i samband við at navnið fer frá at vera
natúmavn til at verða tikið í brúk sum garðs-
navn (bústaðarnavn). I føroyskum kunnu vit
so í øllum førum staðfesta at hetta navn ikki
kemur fyri sum bústaðarnavn, men at tað
kortini hevur skift yvir til kvennkyn, og at
tað báði kann vera eintal og fleirtal.
í Islandi eru nógv nøvn sum innihalda
henda sama navnlið, flestu teirra áarnøvn.
Áamavnið Hólkná er vanligt, við frábrigd-
unum Hórkná, Hólkná, Hórtná, Hóltná, og
Hólknalækur er onkrastaðni. Hólknið er
’lítill stapi’, og eisini er ein heiði ið hevur
verið nevnd Hólkna(r)- ella Hólknaheiði
(Vilmundarson, 1980). Sum vit síggja av
dømunum, eru formar við t eisini funnir í
Islandi. Eitt nú er Hólkná í Jokuldali skrivað
Hóltná í 1840 (Múlasýslur, s. 62) og 1874
(s.st., s. 82), og tað sama er áin við sama
navni í Hjaltastaðajnnghá í 1842 (s.st., s.
191, sbr. eisini Vilmundarson, 1980: 12). í
íslendskum staðanavnauppskriftum eru tvær
áir á Kappeyri á Fáskrúðsfírði nevndar
J