Fróðskaparrit - 01.01.2006, Side 25
HELTN
23
Innri- og Ytri-Hóltnalækur (sbr. eisini Vil-
niundarson, 1980: 13).1
I seinri íslendskum hevur formurin hólkn
(hvk.) tikið seg upp (si t.d. Magnússon,
1989).
Onnur stoð í Føroyum
Vit nevndu Heltnarnar á Vágseiði. Men í
Eysturoy, Kunoy, Borðoy og Svínoy fínna
vit eisini hendanavnlið. í Oyndarfjørði eitur
ein heilur hagi nú á døgum Heltnin, tann
syðsti hagin í bygdini, tann ið stingur seg
suður ímillum Elduvík (Funningsíjørð) og
Syðrugøtu (Føroyar 1:20.000, kortbløð 411 -
412, 1990-92). Nú er tað tað at hagarnir i
Oyndarijørði eru so nýggir sum sjálvstøð-
ugir hagar, tí líka til 1964 lá allur hagin í
hygdini í tveimum: Norðara Helvt og Inn-
ara Helvt, 16 merkur hvør. Taxatiónsproto-
kollin (1873) roknar framvegis hagan í
Oyndaríjørði sum “et samlet Brug, men er
l°r Tiden delt i 2 lige Dele, der dog ifølge
oprettet Kontrakt atter kunne sammenlæg-
ges” (Taxationsprotokol 1873, B: 20). Við
utskiftingini í 1964 fekk bygdin 6 hagar, og
teir skuldujú hava nøvn. Grundarlagið undir
tennum nýggju høgunum gjørdust “røktir”
ella gongur ið høvdu verið frammanundan.
Ein av hesum røktum kallaðist Heltnin og
•oknaðist til 6 merkur við 108 áseyðum
(‘Agongan er 108 seyð,” sum tikið verður
td í frásøgn frá útskiftingarfundi). í somu
fundarfrásøgn verður sagt at “Semja er um,
ut røktirnar, soleiðis sum uppgivnar av pørt-
unum, eiga at verða grundarlag fýri býtinum,
°g vil nevndin nýta hetta til býti av høg-
Unum,” (og aftur seinri: “Oyndarfjarðarhagi
verður býttur í 6 partar sum fáa navn eftir
nppskoti festaranna og eigaranna”). Enda-
liga avgerðin varð tann at Heltnin gjørdist
5-markahagi við 90 áseyðum (Frásøgn frá
útskiftingarfundi).
Vit síggja her eitt gott dømi um tilvitaða
nýggja navnagávu, sum er fyriskipað av
almennum myndugleika. Samtykt verður at
taka navnið á røktini og gera tað til navn á
tí nýskipaða haganum. Men tað sigur seg sjálvt
at heldur ikki sum navn á eini røkt er navnið
primert. Upprunaliga er navnið eitt natúmavn,
t.e. navn á einum ávísum natúrfyribrigdi sum
hevur eyðkent eitt ávíst stað. í dalinum sum
bindur Oyndaríjørð sarnan við økið Millurn
Fjarða, er í uml. 250 metra hædd eitt fittliga
stórt øki við naknari hellu. Tað verður nevnt
Á Klettum (kortblað 411, eitt skelti við
hesum navni er sett tætt við vegin). Hetta økið,
ið er tað hægsta í dalinum, er mestsum í
tveimum, eitt syðri og eitt norðari. Tað skil-
ur eisini vatnið, soleiðis at herlfá og suðureftir
rennur Heltná (ella Heltnará) og norðureftir
móti Oyndartjørði rennurLoA'xó. Tá ið geo-
detarnir máta upp og tekna hetta økið í 1897,
nevna teir bæði hesi økir ”Klettarnar”.
Heimildarmenn í Oyndartjørði nevna eisini
alt hetta Frammi í Regninum (kortblað
412).2 Geodetarnir tóku kortini ikki navnið
Klettarnar við á tað prentaða kortið ið kom
burturúr (prentað í 1900). í staðin seta teir
navnið Heltnin á eitt størri øki ella henda hálsin
her á leið, hetta staðið har sum hagarnir hjá
oyndfirðingum, fuglfirðingum og syðru-
gøtumonnum koma saman undir Hellnagjógv,
sum er mark millum Fuglatjørð og Syðru-
gøtu (I. útg. 1900, 2. útg. 1941). Men tað
áhugaverda er at tá ið uppmátararnir skriva
navnið upp frá fólki á staðnum, skriva teir
Heltnar. Eisini í uppritunum frá navnavið-
gerðini er formurin “Heltnar”, men har er hann