Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 26
24
HELTN
útstrikaður og “Heltnarnir” (!) sett í staðin,
men við viðmerkingini “Formen usikker”. I
tí endaliga listanum er Heltnar rættað til
Heltnin, helst eftir ráðum frá V.U. Hammers-
haimb, tí í viðmerkingum frá honum til ymsar
navnafonnar skrivar hann, at tað eitur Heltn-
in, sum er kvennkyn og er “en høj dal pá Øst-
erø” (i skjalatilfari frá geodetunum, 1899).3
Uppskriftirnar benda á at fleirtalsformurin
Heltnarhevurverið til í livandi málbrúki tá,
tí uppmátararnir høvdu neyvan funnið uppá
hann av sínum eintingum. Tað tykist eingin
ivi vera um at teir halda tað vera eitt sera vítt
øki. Teir merkja tað á kortinum at vera økið
fram við áunum báðum sum renna suður og
norður gjøgnum dalin, t.e. Heltnará og Laks-
á, og tær seks ferðimar teir merkja tað á kortið,
brúka teir fimm ferðir formin “Heltnar”, eina
ferð “Heltna” (hetta er ein annar uppmátari).
Syðrugøtumenn nevna í dag økið í sínum
norðasta haga, Norður í Haga, fram við ánni
fyri Norðuri á Heltn: “Tá ið vit koma norður
um ívarssteinar, eitur alt Norðuri á Heltn”.4
Eg fari at halda at tað er tað grýtuta hellu-
lendið hægst í dalinum, tað ið skilur áirnar
báðar, sum hevur borið heltnar-navnið av
fyrstan tíð, men at navnið so við og við er
komið til at fata um eitt væl størri øki, kanska
í sambandi við seyðarøkt og tá sum navn á
eini heiiari røkt ella gongu. Navnið A Klett-
um ella Klettarnir er so íkomið tá ið tørvur
hevur verið á einum navni á tí avmarkaða
økinum ið upprunaliga var ”heltnin”.
Navnaformurin sum uppmátararnir hava
skrivað upp, bendir á at staðið hevur hitið
Heltnar (flt.), men at tað sum navn á røktini
so við og við hevur fingið eintalsformin
Heltnin.
Sum nevnt taka tvær áir seg upp við tær
upprunaligu Heltnar, og tann ið rennur
suðureftir til hon kemur í Fjarðará, verður í
dag nevnd Heltná (og er skrivað so á tí
nýggjasta kortinum Føroyar 1:20.000, kort-
blað 411, 1990). Men uppmátararnir skriva
hana altíð Heltnaraa (el. Heltnaraajirí), t.e.
Heltnará (sum tað eisini stóð á teimum fyiru
máliborðsbløðunum, 1. og 2. útg.). Hon er
mark millum tann núverandi hagan Heltnina
og tann norðasta hagan hjá syðrugøtumonn-
um, Norður í Haga. Upp eystur frá har hon
tekur seg upp, er Heltnagjógv, ið er norður-
markið hjá syðrugøtuhaganum móti Skarð-
haga í Fuglafjørði. Vit kunnu ikki vita um
fyrri liður í Heltnará og Heltnagjógv skal
fatast sum hvørsfall eintal ella hvørsfall
fleirtal. Hvørsfall eintal av Helln skuldi giv-
ið Heltnar-, t.e. Heltnará og Heltnargjógv
(í hesum seinra hoyrist r ikki frannnan fyri
hjáljóði). Hvørsfall fleirtal skuldi givið Helt-
naá og Heltnagjógv, og har má tá r í Helt-
nará vera sekundert (innkomið fýri at forða
hiatus). Men *Heltnaá kundi í roynd og veru
eisini verið grundarlag undir forminum
Heltná (sjálvljóðasamandráttur i hiatus),
sum tykist vera tann einasti ið heimildarfólk
nú vilja kennast við. Eisini Hammershaimb,
sum umleið 1850 skrivaði nøvn upp í Eyst-
uroy, skrivar Heltná og í samansetingum
Heltnoyri og Heltnagjágv (sic).
Sunnarliga í Vágshaganum í Klaksvik -
hagapartinum Utistovuhaga - er eitt stað ið
Hans bóndi á Biskupsstøð í 1920’num hevur
skrivað upp sum Heltnin (eint.), men sum
Chr. Matras (1932) nevnir Heltnir (flt.), og
Christian nevnir—í sambandi við tað — eisini
Millum Heltna. Sambært heimildarfólki hjá
Christiani eru Heltnir “tvey enni útúr,
klettarnir fram í erva” (Matras, 1932: 143).