Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 27
HELTN
25
Økið harímillum eitur Millum Heltna
(Føroyar 1:20.000, kortblað 611, 1991).
Staðið er í uml. 300 metra hædd beint norðan
fyri Ritudal á vestursíðuni á Borðoynni. At
navnaformurin eisini her er vøkkul, vísir tað
at heimildarmaður sum greinarhøvundurin
prátaði við í 1989, nevndi tað Millum Heltn-
arnar.5
Annars vísir tað seg her norðuri at n lætt
kann falla burtur í endanum á orðinum, so
at tað kemur at eita Helt. Harvið kemur
navnið at falla saman við orðið helvt og kann
vera blivið samanblandað við tað. Hetta
S18&)a vit í dømunum í Kunoy og Svínoy.
Nakað norður frá Kunoyarbygd, norðan fyri
Skarðdal, sæst á kortinum (Føroyar
I ;20.000, kortblað 512,1994) navnið Helvt.
Sambært Matras (1932) er tað ein rók uppi
a einum hamri, og kalla kunoyingar plássið
Forð(ur) á Helt el. á Heltnini (Matras, op.
Clt). Sjálvur havi eg (í 1992) fíngið navnið
uPPgivið sum í Helvt (/helt/) og staðið lýst
sum "eitt enni, vallað omaná, hamar runt
um”.6 Tað er i uml. 250 metra hædd. Ailar-
syðst á Svínoynni er Heltnin (Føroyar
1:20.000, kortblað 712, 1994). Eisini her
hava formar við og uttan n komið fyri: Helt-
ain, Heltin, Suður á Helt el. Heltn (Matras,
°P cit.). Svabo nevnir staðið í Svínoy í
hiclheretninger, men onkursvegna er skrift-
iormurin komin skeivt fyri hjá honum, tí
kann skrivar Heldrun (Svabo, 1959: 381).
U. Hammershaimb skrivar Heltnin í ein-
Um staðanavnalista frá uml. 1850. Somu-
iciðis geodetarnir í 1897, sum skriva Heltnen
°8 Heltnin, sum teir siga vera tað syðsta
'icsið á Svínoynni. Ein kann ikki lata vera
V|ð at spyrja seg sjálvan hvat ið býr undir
cndingini -un hjá Svabo. Umboðar hon ein
eldri hvørjumfalsform í fleirtali (Heltnum),
ella er hon dømi um samanfallið millum
endingamar -in og -um, sum vit kenna m.a.
úr svínoyarmáli (tvs. skal lesast Heltnin)?
Hetta eru so tey nøvn har vit uttan stór-
vegis trupulleika kenna navnliðin heltn aftur.
Men eg fari kortini at halda at vit hava navn-
liðin í einum navni aftrat, einum navni sum
tó er somikið broytt at navnliðurin ikki kenn-
ist aftur soleiðis beinanvegin. Í Hvalba er
eitt stað sum á kortinum er skrivað Hentlur
(Føroyar 1:20.000, nr. 404, 1997). Tað er á
norðara armi á ljørðinum, niðuri í ljøruni
undir Bjalvaskorarhaga og beint innan fyri
markið móti Úti í Haga. Hentlur er navnið
á helluni í íjøruni. Brattin har uppfrá eitur
Hentlaskorar, og innan fyri tær er Hentla-
gjógv.1 Helst hevur tann stóra hellan niðuri
við sjógvin hitið Heltnir, sum við umkasti
av hjáljóðunum Itn til ntl erblivið til Hentlir.
Tað hevði tí helst verið rættast at skrivað
navnið við endingini -ir. Men í hvalbiarmáli
ljóðar -ir sum -ur i endingum.
Skoytt kann verða uppí, at uppmátarin hjá
geodetunum í 1899 skrivar Hentlør. í teirri
endaligu viðgerðini er navnið tó strikað av
listanum. Sambærteini viðmerking sigurupp-
mátarin, at ø er “dunkelt og ubetonet’’, og
lagt verður aftrat, at hvørki Hammershaimb,
Fríðrikur Petersen ella Rimestad kapteynur
(ið stóð fyri navnaviðgerðini) hava nakra
frágreiðing um upprunan til navnið.
Ljóðbroyting
Ljóðbroytingin (lokljóðslopið) frá Ikn til Itn
er lætt at greiða. Tá ið I og n verður formað
í munninum, nertirtungubroddurin við tenn
og/ella tannhald í yvinnunninum (t.e. ljóð-
ini eru dental ella alveolar). Men k, sum