Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 28
26
HELTN
stendur imillum teirra í raðfylgjuni Ikn, krev-
ur stongsul millum baktungu og bakgóm (k
er velart). Stongsulin sum tungan ger, skal
sostatt skifta frá tonnum/tannhaldi til bak-
góm (velum) og fram afturtil tenn/tannhald.
t hevur sama ljóðgerðarstað sum báði / og
n, so við at seta eitt t i staðin fyri k slepst
undan hesi rørslu aftur og fram: Tungufestið
verður verandi í sama stað gjøgnum øll trý
ljóðini Itn, og tá ið n kemur, er bara at lata
bakgómin upp upp í nasaholuna (tann so-
kallaða eksplotiónin). Talan er tískil um ein
úttalulætta. Lættin er kortini ikki størri enn
so at n í endanum kann vera í vanda fyri at
detta burtur so vit kunnu fáa dupultformar
(við n og uttan).
Broytingin Itn > ntl (í Hentlir) er í grund-
ini ikki nakar úttalulætti. Ljóðini koma í
øvutari raðfylgju, nasaopningurin verður
gjørdur fyrst (/;), og tá ið kemur til /, hendir
eksplotiónin i staðin út til síðuna, millum
tungu og kjálka (/ er síðuljóð, t.e. lateralt).
Samanumtuka
Taka vit nú samanum, so finna vit seks støð
í Føroyum við he/tn sum primemavni. Hartil
koma so sekundemøvn (relatiónsnøvn), sum
hava primernavnið sum part av navninum
(t.d. Heltn(ar)á, Heltnagjógv, Hentlagjógv,
Hentlaskorar).
Støðini ið bera navnið, eru báði uppi í
fjøllum og við strondina, og allastaðni er
talan um støð við berari hellu ella kletti: í
Vági nakið sker, í Hvalba hella við strond-
ina og í Svínoy eitt nes við brøttum, lágum
bergi móti sjónum, í Kunoy og Borðoy mest-
sum enni við kletti i uppi i fjøllum og i
Eysturoy hellusvað í haganum.
Hvat forminum viðvíkir, so er tað tann
Støð í Føroyum har sum heltn kann ávisast sum
navnliður.
við sjálvljóðinum e ið er einaráðandi í Før-
oyum, og somuleiðis við lokljóðslopinum k
> t. Hartil kemur so í einum føri umkast (Itn
> ntl). I øllum førum tykist navnið vera
kvennkyn. Men ivi kann vera um tað er ein-
tal ella fleirtal. Bæði nøvnini í Suðuroy hava
fleirtalsform (flt.-ending við ávikavist -ar
og -ir). Góðar grundir eru at halda at staðið
í Oyndarfjørði hevur verið brúkt í fleirtals-
formi fyrr (.Heltnar), men at tað er blivið
avloyst av eintalsformi (Heltnin) sum navn
á seyðarøkt og seinri hagaparti.
í Kunoy er bara eintalsformur varðveitt-
ur, sama í Svínoy, men tann bronglaði