Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 32
30
UM PURISMU í FØROYA KVÆÐI
logiskari purismu) og broyting í setnings-
bygnaði (syntaktiskari purismu). Harum-
framt er ætlanin at meta um, í livønn mun
hetta kann hava broytt kvæðini við atliti at
innihaldsligum, t.e. semantiskum, broyt-
ingum.
Tað er ógjørligt i einari so avmarkaðari
grein sum hesi at taka støði í einum alt ov
stórum tilfari, so sum grundarlag undir hes-
um er valt at taka ávís handrit burturúr, og
verða hesi samanborin við Føroya k\>æði.
Greinin kemurnáttúrliga at fella í tveir part-
ar; ein ástøðispart og ein sannroyndarpart. I
ástøðiliga partinum verður fyrst komið inn
á søguna aftanfyri kvæðagranskingina og
endamálinum/endamálunum við kvæðaupp-
skrivingini, sum longu nevnt við í innleiðsl-
uni. Síðani verður gjørt greitt fyri purismu,
málbót og normalisering í samband við
framvøksturin av skriftmálinum.
Eftir hetta verða í sannroyndarpartinum
nakrir ítøkiligir handritstekstir samanbornir
við normaliseraðu útgávuna í Føroya kvæði.
Viðgerðirnar eru bygdar soleiðis upp, at fyrst
verður stutt gjørt greitt fyri skilmarking av
hugtøkum. Síðani verða kvæðini viðgjørd
hvørt fyri seg við atliti at broytingunum, ið
hava staðist av normaliseringini. Til endans
verður tikið samanum og niðurstøða gjørd.
Aftast í greinini er yvirlit yvir tey handrit
og tær útgávur, nýttar hava verið.
Meginreglan í kvæðainnsavningini hjá
Grundtvig var, at verkið skuldi verða “ens-
artet og sprogrigtigt” og viðgjørt kritiskt;
heilar tekstformatiónir skuldu koyrast burt-
ur, um hesar áttu at verða mettar sum
nýgerðir ella tiknar inn úr øðrum leivdum,
men hann viðgongur, at hetta er nærum
ógjørligt at gera við fullari vissu.
Eftir at verkið var liðugt, vórðu eisini
skoyttir uppí tekstir, ið frammanundan
høvdu verið saknaðir, yvirsæddir ella av
misgáum ikki tiknir við frá byrjan av. Men
harumframt metir Jørgen Bloch, at Sv.
Grundtvig við vilja hevur valt at síggja
burtur frá nøkrum verkum av átrúnaðarlig-
um orsøkum: -Jólavísa og Púkaljómur (ið
hevur motiv úr Paradise Lost eftir John
Milton). Samanber eisini Rasmussen(1987:
67f).
Grundtvig hevði í roynd og veru 2
meginreglur (ella 3, um síðstnevnda meting
hjá Bloch er røtt, men hendan er ikki av
týdningi fyri hesa grein). Fyri tað fyrsta
ætlaði hann at útgeva Føroya kvæði “ens-
artet og sprogrigtigt’’, og harumframt ætlaði
hann at fremja keldukritikk mótvegis ný-
gerðum. Havandi í huga, at kvæðini ikki
altíð eru málsliga røtt frá uppskrivarans hond
av, vil hetta slagið av meginreglu í roynd og
veru í sær sjálvum vera nýskapandi - kvæð-
ini fmgu eitt snið, tey ikki høvdu havt fyrr.
Áskoðanir á málrøkt
Svabo hevði einans talaða málið at halda seg
til, tá ið hann uppskrivaði kvæðini. Tað er
givið, at Schroterog Jóannes í Króki í minsta
lagi hava havt stavseting Svabos at dúvað
uppá, og í hvussu er Schrðter tykist
ávirkaður av hesum. Stavseting Svabos
hevur tó í besta føri tænt sum eitt slag av
leiðbeining; tað fonetiska stavsetingarprin-
sippið er eisini tað dominerandi í teirra upp-
skriving.
Heilt øðrvísi er støðan, tá ið Hammers-
haimb tekur við sum kvæðainnsavnari og
-útgevari í seinnu helvt av 19. øld. I mun til
teir undanfarnu hevur Hammershaimb ein