Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 36
34
UM PURISMU í FØROYA KVÆÐI
ur/Gongu Rolvur/Gongu Rolv -» Gongu-
rólv{ur) (16, 20, 30, 36, 38,42,46, 57, 125)
og semavn+semavn: Lindini Mjaav -» Lind-
inimjáv (97, 100, 103 og 104). Haruinframt
einaferð í førinum fyriseting+fyriseting: uj
kjaa -» íhjá (81). Orð, sum møguliga av
Svabo ikki hava verið uppfatað sum navn-
orð, verða eisini samansett við navnorðum:
maala Grein -» málagrein (34); aldunsHuir
-» aldunshúðir (80).
Omanfyristandandi dømi eru øll dømi
um málfrøðiliga rættar samansetingar, har
handritið somuleiðis hevur rættar formar; í
Føroya kvæði ræður tað einans um at seta
teir saman. í nøkrum førum rættar útgávan
Føroya kvæði tó uppá formarnar: Mojggjar
Land (gen.sg.) -» Moyggjaland (gen.pl.;
121); Vørilda ey (gen.pl.?) -» vørildar eyð
(gen.sg., 31), Mojggja-Navn (gen.pl.?) -»
moyggjarnavn (gen.sg.; 95, 101), Jøkjil-Sluj
(nom.sg.) -»jøkilsstíg (gen.sg.; 37). Hóast
hesar rættingar allarhelst eru málfrøðiliga
rættar at gera, átti ein at væntað, at tað varð
viðmerkt í Føroya kvæði, at ein rætting varð
farin fram, serstakliga í ivamálum, sum eitt
nú Moyggja(r)land. í øðrum førum tilskilar
FK tó, hvørjar rættingar eru gjørdar: Upsal
Jadl -» Uppsal[a]jall (87), Trød-Botn -»
trøljlajbotn (24; skrivað Trød[laJ-Botn í
prentaðu útgávuni av Svabos Færøske
Visehaandskrifter). Undrunarvert er tó, at
hendan rætningslinjan ikki verður fylgd
konsekvent.
A sama hátt sum atskild orð verða sett
saman, verða onnur frammanundan sam-
ansett orð eisini skild sundur. Serstakliga eru
tað sagnorð í nút. 2. pers. + pers. fornavn.
2. pers., ið eru at finna samansett: Kanstu
-» kannst tú (68, 69, 71), manstú -» manst
tú (89). í einum føri er talan um sambind-
ingarorð+hjáorð: uxo -» ogso (124), og ser-
liga hjáorð+fornavn-samansetingin táai/taai
/taaji -»tá ið (56, 57, 88, 89, 125). Hetta er
alt í samsvari við galdandi rættskrivingar-
reglur (tó varð formurin kannst í 1954 skiftur
út við formin kanst).
Morfologisk normalisering: Hinvegin
skrivar Svabo í handritinum sear tú (92) og
tú sear (86), og hetta verður normaliserað til
ávikavist sært tú og tú sært. Hetta er eisini
rætt sambært galdandi rættskrivingarreglum
(sí tó niðanfyri), men ein kann við røttum
spyrja, hví hetta ikki verður gjørt í ørindi 91,
har sagt verður “Ee sear Man aa Borgar
Arm”, og í Føroya lcvæði “Eg sær mann á
borgararm” og ikki “egsíggF'. Ein nærliggj-
andi frágreiðing er kanslca, at formurin síggi
í 1. persóni ikki líkist forminum av sama orði
í 2. persóni nóg nógv til at hetta kann kallast
tekstnær normalisering. Ein onnur frágreið-
ing kundi verið, at hetta økti um talið av stav-
ilsum í ørindislinjuni. Hendan seinna áskoð-
anin er tó ikki at síggja í ør. 39, har orðið
Nørjis við 2 stavilsum verður normaliserað
til orðið Nøríkis við 3 stavilsum. Hvussu er
og ikki, so er formurin eg sær vanligari enn
eg síggi í kvæðatekstum. Og hetta sleppur
eisini vanliga at standa ónormaliserað.
Hetta sama dømið (sear tú -» sært tú og
tú sear -» tú sært) er eisini dømi um at hand-
ritini vísa á eina aðra bending í ávísum mál-
føri, enn ta almennu. I suðuroyar- og sand-
oyarmálførum fær sagnorðið nevniliga ikki
-t/-s7-ending í 2. persóni í nútið eintali,
stendur tað eftir grundliðin. Bæði í Suðuroy
og Sandoy verður orðið at síggja bent
soleiðis í eintali: (j)eg síggi, tú sær, hann
sær. I Sandoy umfatar hetta eisini øvugtu