Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 40
38
UM PURISMU í FØROYA KVÆÐI
er allarhelst fyri at varðveita talið av stav-
ilsum. Hammershaimb ger somu broyting.
Dupultbindingin tujn Sjurtan (4, 5)
verður ikki rættað til einkultbinding (tvs. tín
skjúrta) í Føroya kvæði, sum ein kundi
væntað, men verður endurgivin tín skjúrtan.
Hetta er vanligt í kvæðamáli, og hevur sín
uppruna í norskum.
Heldur einki verður gjørt fyri at rætta
“amputeraðar” fonnar sum sjúk (18) og bleik
(34), vísandi til kallkynsorð, til ávikavist
sjúkur og bleikur. Her hava ritstjórarnir helst
ikki viljað gingið rútmuni og ríminum ov
nær.
Sjú vintur verður endurgivin orðarætt, sjú
vintur (18,19,21,22), og danisman snublaji
(30, 33) somuleiðis endurgivin tekstnært,
snublaði.
Heldur ikki hava ritstjórarnir gjørt nakað
við formin Búda (37) og rímorðið til hetta,
prúda (ibid.). Hesi verða snøgt sagt endur-
givin búda og prúda, hóast einki høpi er í
hesum orðum i føroyskum.3
Bert eittans dømi er um syntaktiska
normalisering; í einum føri verður eitt orð
innsett, og hetta verður sett í hornklombrur.
í ør. 35 verður orðið [sumj skotið uppí. Hetta
er gjørt fyri at gera setningin málsliga rættan,
men ger tó tað, at ørindisreglulongdin verður
økt við einum stavilsi.
I normaliseraðu útgávuni av hesum
kvæði í Føroya kvæði eru ikki nær námind
eins nógvar broytingar at finna sum í Gongu-
rólvs kvæði. Ein orsøk til hetta kann sjálv-
andi vera longdin av kvæðunum, men fram-
vegis má sigast, at talan ikki er um stórvegis
broytingar aðrar enn tær vanligu viðvíkjandi
stavseting. I tí eina førinum, har Føroya
kvæði setir eitt orð inn, verður hetta eisini
viðmerkt við at seta hetta í homklombrur.
Tó eru einstakar broytingar at fínna, sum
ikki verða viðmerktar, men hesar em sera
fáar í tali.
Hjá Hammershaimb er støðan - sum
væntað - ein heilt onnur. Tað tykist sum um
hann hevur tikið sær fullkomiliga fríar ræsur
til at samanseta kvæðið eftir egnum ynski,
og er tað serliga ritstjórnanin av heilum
ørindum, sum hann tekur burturúr og setir
inn, sum loypur í eyguni. Tó er vert at leggja
til merkis, at Hammershaimb í hvørjum
einstøkum føri viðmerkir, hvar hann ger eina
broyting, og hvussu hann ger hesa.
Skrímslið í uppskrift Jóannesar í Króki
(CCF 90 B).
Avísir munir em at finna í stavsetingini hjá
Jóannes í Króki í mun til teir undanfarnu
kvæðauppskrivamar. Ljóðið [æ] endurgevur
hann stundum æ, stundum a, eins og í dag,
og í einum føri sum ae (dae, ør. 1).
Um hetta einstaka kvæðið er at siga, at
tað tó er eitt sindur serstakt. Við einum
undantaki - orðinum at í 11. ørindi - er tað
fúllkomiliga leniserað (lokljóðini p, t og k
eru viknað til b, d og g), i í næstsíðsta,
herðingaveika stavilsi (penultima), sær ilcki
út til at vera viknað til e, sum annars er
vanligt, og munurin á -ir og -ur endingum í
sagnorðum samsvarar við ortografíina (tó
eitt undantak í penultima í ør. 3: davirin),
og einki stutt ø er at fínna í tekstinum.
Fonetisk normalisering: Ein rætting, ið
kemur ofta fyri, er broytingin æ -* ø (ó);
jærini -* jørðini (6), trælskum -* trøllskum
('l),færsli jjædl -* førslu jjøll (28) og tess
rímorð ædl -* øll (28), vædli -* vølli (41),
hæggji -* høggi (22, 23), værild ~* vørild