Fróðskaparrit - 01.01.2006, Síða 41
REGARDING PURISM IN FØROYA KVÆÐI
39
(20, 36). Somuleiðis ger broytingin e -> ø
(o) seg ofta galdandi: qverki -» hvørki (9,
12), gjerdar -» gjørdar (18), qverjum ->
hvørjum (24). Tó verður orðið qveldi (2,25,
42) ikki normaliserað til kvøldi í Føroya
kvæði, men verður endurgivið kveldi.
Eitt dømi um bland ímillum e og / í lierð-
ingasterkum stavilsi er eisini at finna; idla
ella (8), og orðið veidgjir (31) verður
monoftongerað til veggir í Føroya kvæði.
Ortografisk normalisering'. Fyrstu
reglurnar 7a va/- w/n a/n halgun dae / man
mee rat um minna (1) er broyttur til tað var
um ein halgan dag/man meg rætt um minna
í Føroya kvæði. Eisini koma broytingar
sum maa -» man (13) fyri, umframt at eitt
hiatusinnskot verður koyrt burtur; touvast
tóast (11).4
Heldur løgna orðið cisfriuigji (16,31), ið
allarhelst sipar til timbur (við) úr cypress-
trøum, verður skrivað *syprisvið í Føroya
kvceði.
Harumframt stendur so fædl tajrra findi
adíør. 11. Her hava ritstjórarnir av Føroya
kvæði mett, at hetta eftir røttum eigur at vera
fundi.
Morfologisk normalisering: Eins og í
báðum omanfyristandandi kvæðunum, er
hvørsfall eintal og hvørsfall fleirtal komið í
bland í handritinum, og verður hetta rættað:
orar -> orða (8), helja -» heljar (23), og
somuleiðis er 2. pers. nútíð eintal aftur fyri
rættingum, man -» manst (26). Eisini verða
táverandi málsligar villur rættaðar, purpur-
klajir -> purpurklæði (19, 34).5
Viðvíkjandi uj fista í sambandinum taa
fliid marfram ujfista (14), kann vera trupult
at meta um, hvørt uj her er at fata sum ein
fyriseting ella eitt afturbeint fornavn. Føroya
kvæði velur fyrra møguleikan og endurgevur
hetta táflyt mærfram ífyrsta. Hammers-
haimb velir tann seinna og endurgrevur hetta
Flyt mærfram ið fyrsta.
Semantiskar broytingar: Skrímslið inni-
heldur fleiri heldur eksotisk orð, ið hava ver-
ið ókend á døgum Jóannesar í Króki. Hesi
viðvíkja ríkidøminum, sum skrímslið skal
lata bóndanum fyri at hava vunnið talvið
ímóti sær. Soleiðis eigur tað, sum uppskriv-
arin hevur hoyrt sum peningsvirði og hevur
endurgivið penings virði (18) at verða Fenix
fiðri (fjaðrar Fønix’). Vit eru í teirri hepnu
støðu, at hesi ørindini viðvíkjandi eksotiska
ríkidøminum verða endurtikin, og í ørindi
34 verður eisini skrivað Fenix fiðri. Ør. 18
er tó ikki rættað í Føroya k\>æði. Tað er ør.
16 hinvegin, har fugla bajni -> filabeini. í
endurtøkuni av ør. 16 stendur tó fujla baini
(31) í handritinum. Normaliseringin av ald-
on sujn (14, 29) verður somuleiðis markað
við einari stjørnu, *aldinsvín. Hvørt hendan
normalisering er røtt, er ivasamt.
Eins og í Ólavur Riddararós ogálvamoy
inniheldur Skrímslið heldur ikki tað heilt
stóra talið av broytingum í normaliseraðu
útgávuni i Føroya kvæði, um berast skal
saman við Gongurólvs k\>æði. Tó eru ein-
stakar at finna, men herav eru aftur onkrar
markaðar við stjømu. Óviðmerktu rætting-
arnar í útgávunum av hesum kvæði í Føroya
kvæði, ið ikki em annaðhvørt fonetisk ella
ortografisk nonnalisering, eru næmm ongar,
men tó er ikki heilt frítt.
Samanumtøka og niðurstøða
Tá ið takast skal samanum, kann ein illa
annað enn taka undir við framsetingini hjá
Michael Bames um Føroya k\>æði, tá ið støði