Fróðskaparrit - 01.01.2006, Side 201
HØVUNDALEIÐBEINING
199
Fróðskaparrít cr tíðarrit hjá Fróðskapur - Faroe
University Press. Allarnáttúruvísindaligarog læknafrøði-
ligar ritgerðir, umframt allar hugvísindaligar ritgerðir, á
øllum málum, hava okkara áhuga, um evnið, tær viðgera,
hevur samband við Føroyar.
Ritsjómin og/ella óheftir metarar viðgera øll handrit-
ini sum koma inn. Ein avgjørd treyt er, at henda høvunda-
leiðbeining verður fylgd nágreiniliga, annars verður
handritið sent høvundanum aftur, so at hann kann
endurskoða tað.
Send handritið til ritstjóran í prentaðum líki og/ella
við telduposti: doretebfS.ngs.fo.
Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir skulu
sendast ritstjóranum aftur innan 72 timar. Sum minst
eigur at verða broytt; eru umfatandi broytingar, verður
eyka gjald kravt fyri tað.
Høvundamir fáa grein sína sendandi sum pdf-skjal í
somu uppseting sum í prentaðu útgávuni. Pdf-skjalið
kann leggjast út á heimasíðu ella býtast út eftir ynski. Pdf-
fílan er læst og møguleikar eru ikki at rætta ella broyta í
skjalinum.
Leiðbeining
Handrit eiga at lúka tær treytir, sum em vanligar innan
tey ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum
gjørligt vera av ískoytisviðmerkingum. Serliga eigur at
verða roynt at sleppa undan undirgreinum. Istaðin eigur
øll frágreiðingin at koma í sjálva greinina.
Skákstavir (kann eisini verða víst á í tckstinum við at vcra
undirstrikað! eiga at verða nýttir til:
1) At visa til heiti á bókum og tiðarritum
2) Plantu- og djóraheiti á latini
Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, STORIR og smáir
stavir og navnið á høvundanum/høvundunum: Skák-
stavir, STÓRIR og smáir stavir og so tvær tómar reglur.
Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, STORIR og smáir
stavir og so ein tóm regla.
Stig 2 undirhcitið: Feitir starvir, STÓRIR og smáir
stavir, eingin tóm regla aftaná.
Stig 3 undirheitið: Skákskrift, STÓRIR ogsmáirstavir,
eingin tóm regla aftaná.
Hcitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu
síðu saman við fullum navni og bústaði høvundans saman
við tcldupostadressu. Siðan kemur úrtak av ritgerðini, ið
ikki má vera meira enn 175 orð, ið víðka urn heitið uttan
at endurtaka tað. Úrtakið vísir í stórum á endamálið við
ritgerðini, greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdn-
ingarmiklum úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur
enn ein samandráttur at vera tøkur til at týða annaðhvørt
til føroyskt clla enskt alt eftir, hvørjum máii ritgerðin er
á.
Best er um teksturin verður býttur upp í: Inngang,
tilfar og mannagongd, úrslit, kjak og niðurstøðu, men
onnur hugtøk munnu fara at verða góðtikin. I tekstinum
verða altjóða skipanir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til
dømis metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C).
Myndir: Talvur og rnyndir (eisini fotomyndir) eiga at
standa aftan á tekstin, og frágreiðing um tær eigur at
standa í myndatekstinum (ikki sum: ...sí tekst). I talvun-
um eigur teigari (tabulatorur) at verða nýttur, ongantíð
glopp. Myndir eiga at verða sendar í EPS-, TIFF- ella
JPEG-formati, ella sum prent (fotomyndir - pappír ella
diapositiv - ella sum útprentaðir grafar/myndir).
í tekstinum eiga tilvisingar ikki at vera talmerktar,
men navngivnarsum Joensen (1963), ella, tá ið tað liggur
betur fyri, sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein til vísing,
eigur at verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970),
ella:(Svabo, 1783; Joenscn, 1963). Soleiðiseiguratverða
víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134). Soleiðis
eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og Táning,
1970) og soleiðis til fleiri enn tveir høvundar: (Enckell
et al., 1986). Longri niðri stendur tilvísing í fullum
orðaljóði. Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í
nummarrøð, men skrivaður í bókstavarøð, heitið á bókum
í fullum liki, tiðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið
nýtir í løtuni, so sum:
Benjaminsen, T. and Christensen, I. 1980. The natural
history of the bottlenose whale, Hyperoodon am-
pullatus (Foster) In: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds).
Behavior of Marine Animals 3: 143-158.
Enckell, P.H., Bcngtson, S-A., Douwes, P„ Niklasson,
M., Stille, B. and Wiman, B. 1986. The dispersal pat-
tem of an anthropochorous species: Genetic varia-
tion in populations of Lumbricus terrestris L. (Lum-
bricidae) in the Faroe Islands. Hereditas 104: 253-
261.
Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Rejse i
Fcerøe 1781 og 1782. Selskabet til Udgivelse af
Færøske Kildeskrifter og Studier. København.
Udkast tii Lov for Færøeme om Jagt, Fuglefangst m.m.
1911. Forslag og Betænkninger afgivne af Den
Færøske Landbokommision. København: 303-314.
Sendið handritini til Dorete Bloch, ritstjóra, Føroya
Náttúrugripasavn, 100 Tórshavn, tel. 352320, faks:
352321, teldupostur: doreteb@ngs.fo.