Búreisingur - 15.07.1902, Side 6
io6
Stutt yvirlit yvir elektrisitetina.
besta kennumerki á bæði slðgini er, at tað er burtrakstur
millum tvey ting, ið hava sama slag av elektrisitet,
meðan tað er atdráttur millum tvey ting, sum hava
hvort sítt slagið av elektrisitet.«
At hetta hóskar, kann lesarin sjálvur við einari lítlari
roynd fáa at vita. Tey amboð, sum nýtast til hetta, eru: ein
lakkstong. ein glasstong (eitt glasrør kann eisini brúkast) og
ein lítil kúla av turrum hyllitræsmergi ella sviđnum tundri
hongd upp í einum silkitráði: Gníggja glasstongina við einum
turrum ullintum klodda, so at hon verður elektrisk, nert hana
so við kúluna, til tað verður burtrakstur teirra ámillum. Gníggja
so lakkstongina og nærka henni at kúluni; tað vil so vísa seg
at vera atdráttur millum kúluna og lakkstongina, tó at báðar
eru elektriskar. Kúlan hevur glaselektrisitet. Tað hóskar
altso, tað er atdráttur millum tey tvey slogini — glas- og
lakkelektrisitet. Tað at ein isoleraður leiðari (metalstong á
lakk- ella glasskefti) vísur seg elektriskur við einans at nærkast
einum elektriskum tingi, greinir Dufay á tann hátt, at eitt og
hvort óelektriskt ting inniheldur bæði slðgini av elektrisitet í
líka nógd, men tær binđa hvðrja aðru. Nærkast nú eitt elek-
triskt ting einum óelektriskum, vil elektrisitetin í tí óelektriska
(helst táið tað er leiðari) skiljast at, í tí at tað elektriska
tingið dregur tað sær sjálvum mótsetta slagið at sær, meðan
tað rekur hitt frá sær, Tað vísir seg eisini, at metalstongin
á lakkskeftinum hevur mótsetta elektrisitet í báðum endunum
og onga á miðjuni.
Dufays pástandur um tvey slðg av elektrisitet varð ikki
samtyktur av ðllum, og tað varð eitt standandi strið um hetta
millum teir lærdu á átjanđu ðld, ja enntá á okkara dðgum
trætast menn um tað sama, hóast stríð har um nú er vitleyst.
Tað varð ikki einans teir lærđu, sum í meðaltíðini av
átjandu ðld fingust við elektrisitet, fólk av ðllum stonđum
hðvdu stóran ans fyri hesu unđurfullu natúrkraft. Elektrisitet
var tjakevni í Europas finastu hðllum, og alla staðni gniggjaðu
fólk ymisk ting fyri at vita, hvat elektrisitet tey soleið#is kundu
fáa framm. Fínar adilsmoyar, prestar og náðigir harrar, lærd
og ólærd, ðll kendu seg lika sterkt drigin at elektrisitetini.
Eitt sert prógv fyri, hvat menn tá á dðgum kundu
leggja til grundar fyri lærđum greinum um elektrisitet, eru