Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 6

Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 6
io6 Stutt yvirlit yvir elektrisitetina. besta kennumerki á bæði slðgini er, at tað er burtrakstur millum tvey ting, ið hava sama slag av elektrisitet, meðan tað er atdráttur millum tvey ting, sum hava hvort sítt slagið av elektrisitet.« At hetta hóskar, kann lesarin sjálvur við einari lítlari roynd fáa at vita. Tey amboð, sum nýtast til hetta, eru: ein lakkstong. ein glasstong (eitt glasrør kann eisini brúkast) og ein lítil kúla av turrum hyllitræsmergi ella sviđnum tundri hongd upp í einum silkitráði: Gníggja glasstongina við einum turrum ullintum klodda, so at hon verður elektrisk, nert hana so við kúluna, til tað verður burtrakstur teirra ámillum. Gníggja so lakkstongina og nærka henni at kúluni; tað vil so vísa seg at vera atdráttur millum kúluna og lakkstongina, tó at báðar eru elektriskar. Kúlan hevur glaselektrisitet. Tað hóskar altso, tað er atdráttur millum tey tvey slogini — glas- og lakkelektrisitet. Tað at ein isoleraður leiðari (metalstong á lakk- ella glasskefti) vísur seg elektriskur við einans at nærkast einum elektriskum tingi, greinir Dufay á tann hátt, at eitt og hvort óelektriskt ting inniheldur bæði slðgini av elektrisitet í líka nógd, men tær binđa hvðrja aðru. Nærkast nú eitt elek- triskt ting einum óelektriskum, vil elektrisitetin í tí óelektriska (helst táið tað er leiðari) skiljast at, í tí at tað elektriska tingið dregur tað sær sjálvum mótsetta slagið at sær, meðan tað rekur hitt frá sær, Tað vísir seg eisini, at metalstongin á lakkskeftinum hevur mótsetta elektrisitet í báðum endunum og onga á miðjuni. Dufays pástandur um tvey slðg av elektrisitet varð ikki samtyktur av ðllum, og tað varð eitt standandi strið um hetta millum teir lærdu á átjanđu ðld, ja enntá á okkara dðgum trætast menn um tað sama, hóast stríð har um nú er vitleyst. Tað varð ikki einans teir lærđu, sum í meðaltíðini av átjandu ðld fingust við elektrisitet, fólk av ðllum stonđum hðvdu stóran ans fyri hesu unđurfullu natúrkraft. Elektrisitet var tjakevni í Europas finastu hðllum, og alla staðni gniggjaðu fólk ymisk ting fyri at vita, hvat elektrisitet tey soleið#is kundu fáa framm. Fínar adilsmoyar, prestar og náðigir harrar, lærd og ólærd, ðll kendu seg lika sterkt drigin at elektrisitetini. Eitt sert prógv fyri, hvat menn tá á dðgum kundu leggja til grundar fyri lærđum greinum um elektrisitet, eru

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.