Búreisingur - 15.07.1902, Síða 8

Búreisingur - 15.07.1902, Síða 8
o8 Stutt yvirlit yvir elektrisitetina. gjordi fyrstu royndina í Paris. Ein 40 føtur long stong varð uppsett, og ein dagin, táið toruveður var, eydnaðist tað at fáa 1'/2 tumma stórar neistar út av niðara enda av stongini. Aðrenn tíðindini um hetta vóru komin til Ameiika. hevði tó Franklinsjálvurgjorttasomuroyndinaum enn við oðrumamboðum. Hann læt ein dreka av silki fijúgva upp móti toruskýnum; í drekan var bundin ein langur hampatráður, og ovast í honum var ein spískur metalpikur. Táið nú drekin var komin upp í loft, eydnaðist tað at draga stórar neistar úr einum lykli, sum var bundin fastur í niðara enda av hampatráðnum. Tað var við hesum borið prógv fyri, at luftin var nógv elektrisk, táið toran gekk, og nær lá tað at halda, at snarljósini vóru stórir elektriskir neistar. Benjamin Franklin, sum hevði so stóran ans fyri ti, ið gagni- ligt var, hugsaði brátt um at nýta henda nýggja kunleikan við luftarelektrisitetina í verki. Elektrisitetin kundi jú gjognum eina stong av metali leióast úr einum toruskýggi til jórðina. F'ranklin sá nú greinuliga. at ein slík stong, uppsett við eitt hús, vilđi verja tí móti, at snarljósið sló niður, táið hon í niðara enda var útsmíðað í eina ella fleiri plátur og tær lógu so djúpt niðri, at jorðin har altíð var vát; tí so vildi elektrisi- tetin streyma úr toruskýnum til jórðina, utan at nakað skaði- ligt niðurslag kom. Jðrðin er sum eitt ómátaligt ílát fyri elektrisitet Skal snarljósleiðarin vera góður, má ovari endin vera av plátíni og helst spískur; eisini má leiðarin vera í leiðandi samband við alt málmkynt í húsunum. Sjáldan hevur eitt uppfinnilsi veiið fullkomnari frá fyrstu honđ av enn Franklins snarljósleiðari. Franklin hevði úr odd í egg skil á, hvdssu stongin skuldi vera fyri at gera g a g n og ikki ó g a g n , meðan Europas vísmenn ikki sýnast at hava ansað, at tað kunđi vera vandi við at hava eina snarljósleiðar- stong, sum ikki gekk í jorðina. Fegnaðin yvir luftarelektrisitetini var stórur millum teir lærdu; allir natúrargranskarar reistu sær stengur til royndir. Tað vardi tó ikki leingi, áðrenn tað vísti seg, at tann elek- trisitetin, sum er í snarljósunum, ikki er at spæla við. Ein professari við St. Petersborgar universitetið, Richmann æt hann, hevði stongina niður gjógnum tekjuna og inn í stovuna hjá sær; men ein dagin í hórðum torusláttri sprakk ein stórur neisti úr stongini og á Richmann og drap hann. Ein skuldi

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.