Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 8
o8
Stutt yvirlit yvir elektrisitetina.
gjordi fyrstu royndina í Paris. Ein 40 føtur long stong varð
uppsett, og ein dagin, táið toruveður var, eydnaðist tað at
fáa 1'/2 tumma stórar neistar út av niðara enda av stongini.
Aðrenn tíðindini um hetta vóru komin til Ameiika. hevði tó
Franklinsjálvurgjorttasomuroyndinaum enn við oðrumamboðum.
Hann læt ein dreka av silki fijúgva upp móti toruskýnum; í
drekan var bundin ein langur hampatráður, og ovast í honum
var ein spískur metalpikur. Táið nú drekin var komin upp í
loft, eydnaðist tað at draga stórar neistar úr einum lykli,
sum var bundin fastur í niðara enda av hampatráðnum. Tað
var við hesum borið prógv fyri, at luftin var nógv elektrisk,
táið toran gekk, og nær lá tað at halda, at snarljósini vóru
stórir elektriskir neistar.
Benjamin Franklin, sum hevði so stóran ans fyri ti, ið gagni-
ligt var, hugsaði brátt um at nýta henda nýggja kunleikan
við luftarelektrisitetina í verki. Elektrisitetin kundi jú gjognum
eina stong av metali leióast úr einum toruskýggi til jórðina.
F'ranklin sá nú greinuliga. at ein slík stong, uppsett við eitt
hús, vilđi verja tí móti, at snarljósið sló niður, táið hon í
niðara enda var útsmíðað í eina ella fleiri plátur og tær lógu
so djúpt niðri, at jorðin har altíð var vát; tí so vildi elektrisi-
tetin streyma úr toruskýnum til jórðina, utan at nakað skaði-
ligt niðurslag kom. Jðrðin er sum eitt ómátaligt ílát fyri
elektrisitet Skal snarljósleiðarin vera góður, má ovari endin
vera av plátíni og helst spískur; eisini má leiðarin vera í
leiðandi samband við alt málmkynt í húsunum.
Sjáldan hevur eitt uppfinnilsi veiið fullkomnari frá fyrstu
honđ av enn Franklins snarljósleiðari. Franklin hevði úr odd
í egg skil á, hvdssu stongin skuldi vera fyri at gera g a g n
og ikki ó g a g n , meðan Europas vísmenn ikki sýnast at hava
ansað, at tað kunđi vera vandi við at hava eina snarljósleiðar-
stong, sum ikki gekk í jorðina.
Fegnaðin yvir luftarelektrisitetini var stórur millum teir
lærdu; allir natúrargranskarar reistu sær stengur til royndir.
Tað vardi tó ikki leingi, áðrenn tað vísti seg, at tann elek-
trisitetin, sum er í snarljósunum, ikki er at spæla við. Ein
professari við St. Petersborgar universitetið, Richmann æt
hann, hevði stongina niður gjógnum tekjuna og inn í stovuna
hjá sær; men ein dagin í hórðum torusláttri sprakk ein stórur
neisti úr stongini og á Richmann og drap hann. Ein skuldi