Búreisingur - 15.07.1902, Side 18
Goymslan í Havn.
118
sær hesu arbeiðir til lívsbreyð, — tí tey loysa seg væl. táið
tey eru væl gjord.«
Og viðari heldur maðurin, at her var eitt, ið logting
okkara átti at borið framm:
dJm tingið hevði fingið i !ag at givið einar 3—400 kr.
árliga til at keypa fyri føroyskar forngripir og leiga hús til
teirra einhvorstaðni í Havn, hugsi eg ikki, hetta hevði verið
burturkastaðir skillingar. Heldur kundi tað hjálpt til at lagt
grundarsteinin fyri eini nýggjari »industri« her á landi, og vit
treingja til alt, sum kann geva okkum meiri arbeiði, ti mangur
maður fittur í hondunum noyðist at ganga fyri einki.«
Og endar hann grein sína við orðunum:
»Skal nakað gerast, má tað gerast áðrenn her verður
vekk sørt«.
So eina langa tíð hoyrist einki í bloðunum um nakað
»museum«. Kanska eina mest av teirri grund, at sinnini eru
leidd burtur i aðrar ættir av stavsetingarstriði.
Men so í »Fuglaframa« fyri 12. juli i8q8 stendur aftast
í blaðnum henda lýsingin at lesa: >Sólarmagn ætlar at
hava fund í Havn á Ólavsvðku um føroyskt >museum«. Fund-
urin er fyri ein og hvonn.«
At tankin tó ikki hevði verið burturlagđur alla hesa
longu tið, sæst av næsta blaði av »Fuglaframa« (fyri 26. juli).
Tí har stendur at lesa: ;Sólarmagns funđur er, sum sæst av
lýsingini, fyri ein og hvonn. Tað hevur ofta verið haft á
máli manna millum um eina goymslu fyri føroyskar lutir og
gripir, og í felaginum Sólarmagn hevur tað fleiri ferðir verið
til umrøðu. Tvær ferðir var tað um at koma til álvara.
Fyrstu ferðina sveik tann maðurin utanfyri felagið, sum hevði
boðið sær til at byrja verkið. Aðru ferðina var ætlanin at
fáa ein »basar« í lag í Havn, men tey Havnarfólk, sum felagið
snúði sær til, bóru seg undan av ymsum orsokum. Málið
kom framm aftur á einum seinri fundi, og varð tá avgjort
ikki at sleppa tí, fyrr enn tað hevði verið frammi á Olavsvoku-
funđi í Havn.
Fær málið frama nú á Olavsvoku — tað má vónast, at
nógv fólk vil søkja á fundin — so eru líkindi til, at verkið
kann byrjast við lít, og góður stuđningur kann tá væntast alla-
staðni frá.