Búreisingur - 15.07.1902, Síða 18

Búreisingur - 15.07.1902, Síða 18
Goymslan í Havn. 118 sær hesu arbeiðir til lívsbreyð, — tí tey loysa seg væl. táið tey eru væl gjord.« Og viðari heldur maðurin, at her var eitt, ið logting okkara átti at borið framm: dJm tingið hevði fingið i !ag at givið einar 3—400 kr. árliga til at keypa fyri føroyskar forngripir og leiga hús til teirra einhvorstaðni í Havn, hugsi eg ikki, hetta hevði verið burturkastaðir skillingar. Heldur kundi tað hjálpt til at lagt grundarsteinin fyri eini nýggjari »industri« her á landi, og vit treingja til alt, sum kann geva okkum meiri arbeiði, ti mangur maður fittur í hondunum noyðist at ganga fyri einki.« Og endar hann grein sína við orðunum: »Skal nakað gerast, má tað gerast áðrenn her verður vekk sørt«. So eina langa tíð hoyrist einki í bloðunum um nakað »museum«. Kanska eina mest av teirri grund, at sinnini eru leidd burtur i aðrar ættir av stavsetingarstriði. Men so í »Fuglaframa« fyri 12. juli i8q8 stendur aftast í blaðnum henda lýsingin at lesa: >Sólarmagn ætlar at hava fund í Havn á Ólavsvðku um føroyskt >museum«. Fund- urin er fyri ein og hvonn.« At tankin tó ikki hevði verið burturlagđur alla hesa longu tið, sæst av næsta blaði av »Fuglaframa« (fyri 26. juli). Tí har stendur at lesa: ;Sólarmagns funđur er, sum sæst av lýsingini, fyri ein og hvonn. Tað hevur ofta verið haft á máli manna millum um eina goymslu fyri føroyskar lutir og gripir, og í felaginum Sólarmagn hevur tað fleiri ferðir verið til umrøðu. Tvær ferðir var tað um at koma til álvara. Fyrstu ferðina sveik tann maðurin utanfyri felagið, sum hevði boðið sær til at byrja verkið. Aðru ferðina var ætlanin at fáa ein »basar« í lag í Havn, men tey Havnarfólk, sum felagið snúði sær til, bóru seg undan av ymsum orsokum. Málið kom framm aftur á einum seinri fundi, og varð tá avgjort ikki at sleppa tí, fyrr enn tað hevði verið frammi á Olavsvoku- funđi í Havn. Fær málið frama nú á Olavsvoku — tað má vónast, at nógv fólk vil søkja á fundin — so eru líkindi til, at verkið kann byrjast við lít, og góður stuđningur kann tá væntast alla- staðni frá.

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.