Búreisingur - 15.07.1902, Síða 19

Búreisingur - 15.07.1902, Síða 19
Goymslan í Havn. 19 Fyri forngripirnar krevur málið skjótast at fáa frama. Tað er gott tilboð komið frá einum manni, sum ikki hevur sørt av føroyskum forngripum, tinnum og útstappaðum fuglum. Hann vil gjarna geva tað alt, um føroyskt »museum« kann fáast í lag. Men hvussu leingi hann vil bíða, er óvíst.« So kom tá á Olavsoku i8g8 fundurin um føroyska forngripagoymslu. A honum dró hovuðstalarin, Sverri Patursson. framm, hvat tíðspell og peningaspell tað var at fara burt úr landinum at sanka sær tann kunnugleika, hann átti at kunna fáa javngóðan heima; um sambandsvegirnir breiðkast aldri so nógv. vilja Føroyar tó altíð vera eitt fjar- skotið land, so at tær goymslur og tey savn, tey hava á oðrum londum til at fremja upplýsing millum manna, fyri fólkið í Føroyum aldrin kann fáa so stóran týdning, sum ein goymsla heima hjá okkum sjálvum. Ikki einans vinna vit hervið betri kunnugleika um fornar tíðir; men tað at vit verja um og goyma tey amboð og teir gripir, okkara fornfedrar nýttu, sýnir, at vit enn virða og æra teir og teirra arbeiði. Eisini aðrir menn talaðu fyri sakini. Og Boeg fýsikus steig her framm og lovaði at styðja slíkari goymslu við sínum egna savni. A hesum sama fundi varð so kosin nevnd til at fremja hetta arbeiði. 18 vórðu tey í tali, 2 úr hvórjum prestagjaldi og umframt 4 úr Havnini. At kjósa nevnd — tað er nakað tað sama sum at dylja mans morð. Tað kom javnnógv burtur úr hesari nevnd sum burtur úr óðrum nevndum. Enn skal eg draga framm eina grein (»Forngripa- goymsla»), sum ein »gamal bygdarmaður« skrivar í »Føringa- tíðindi« fyri ig. januar i8gg. Ein forngripagoymsla, heldur hann, gevur okkum »tjóðskapseyðkenni«; hon vil hjálpa við til, at sokkara framburður verður bygdur uppá føroyskt grundarlag«. Og hann skrivar: »í teimum allerflestu viður- skiftum er tað størsta gagn hjá Føroyingum at hjálpa uppá tað, ið vit hava arvað frá okkara fornfeđrum, og bøta um tað sum best, nógv, nógv meiri gagn enn at kasta tað burt og fáa okkum nakað heilt nýtt í staðin. Men skal tað føroyska brúkast til grundarlag. so má tað vera onkustaðni at finna, so má tað goymast og ikki tínast burtur; er tað burtur blivið, 10*

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.