Búreisingur - 15.07.1902, Qupperneq 19
Goymslan í Havn.
19
Fyri forngripirnar krevur málið skjótast at fáa frama.
Tað er gott tilboð komið frá einum manni, sum ikki hevur
sørt av føroyskum forngripum, tinnum og útstappaðum fuglum.
Hann vil gjarna geva tað alt, um føroyskt »museum« kann
fáast í lag. Men hvussu leingi hann vil bíða, er óvíst.«
So kom tá á Olavsoku i8g8 fundurin um føroyska
forngripagoymslu. A honum dró hovuðstalarin, Sverri
Patursson. framm, hvat tíðspell og peningaspell tað var at
fara burt úr landinum at sanka sær tann kunnugleika, hann
átti at kunna fáa javngóðan heima; um sambandsvegirnir
breiðkast aldri so nógv. vilja Føroyar tó altíð vera eitt fjar-
skotið land, so at tær goymslur og tey savn, tey hava á
oðrum londum til at fremja upplýsing millum manna, fyri
fólkið í Føroyum aldrin kann fáa so stóran týdning, sum ein
goymsla heima hjá okkum sjálvum. Ikki einans vinna vit
hervið betri kunnugleika um fornar tíðir; men tað at vit verja
um og goyma tey amboð og teir gripir, okkara fornfedrar
nýttu, sýnir, at vit enn virða og æra teir og teirra arbeiði.
Eisini aðrir menn talaðu fyri sakini. Og Boeg fýsikus
steig her framm og lovaði at styðja slíkari goymslu
við sínum egna savni.
A hesum sama fundi varð so kosin nevnd til at fremja
hetta arbeiði. 18 vórðu tey í tali, 2 úr hvórjum prestagjaldi
og umframt 4 úr Havnini.
At kjósa nevnd — tað er nakað tað sama sum at dylja
mans morð. Tað kom javnnógv burtur úr hesari nevnd sum
burtur úr óðrum nevndum.
Enn skal eg draga framm eina grein (»Forngripa-
goymsla»), sum ein »gamal bygdarmaður« skrivar í »Føringa-
tíðindi« fyri ig. januar i8gg. Ein forngripagoymsla, heldur
hann, gevur okkum »tjóðskapseyðkenni«; hon vil hjálpa við
til, at sokkara framburður verður bygdur uppá føroyskt
grundarlag«. Og hann skrivar: »í teimum allerflestu viður-
skiftum er tað størsta gagn hjá Føroyingum at hjálpa uppá
tað, ið vit hava arvað frá okkara fornfeđrum, og bøta um tað
sum best, nógv, nógv meiri gagn enn at kasta tað burt og
fáa okkum nakað heilt nýtt í staðin. Men skal tað føroyska
brúkast til grundarlag. so má tað vera onkustaðni at finna,
so má tað goymast og ikki tínast burtur; er tað burtur blivið,
10*