Búreisingur - 15.07.1902, Page 22

Búreisingur - 15.07.1902, Page 22
I 22 Goymslan í Havn. av peningi (antin frá logtingi ella aðrastaðni ífrá). Einans bókagoymslan verður heldur kostingarsom; men her hava vit ti betur amtsbókagoymsluna at byggja víðari á. Eg segði, at goymslan ikki varð dýr at fáa í lag; tí hon kundi vaxa hóvliga, so við og við. Men tó er har ein deildin av goymsluni, ið má fáast í lag við skjótheit, um tað ikki skal vera nógv ov seint; tað er longu í siðsta lagi. Eg meini við forngripagoymsluna. Okkara forngripir svinna đag undan degi, so har má keypast strax tað, sum enn kann fáast. Tað er tí, vit í ár biðja logting okkara um 3—400 kr. Eisini hevur goymslan longu drigið eitt sindur av skuld á seg og fleiri forpligtilsi. Tann uppdrátturin, eg dró upp fyri Boeg, vann sær vinir. Soleiðis síggja vit Fuglaframa fyri 26. juli i8g8 siga frá, at Boeg hevur hug at geva eisini sína samling av stinnum og útstappaðum fuglum«. Og 17. august i8gg skrivar Føringa- tíðindi: »Ætlan er ikki einans at samla og goyma slíkt. sum nú við róttum kann nevnast forngripir, men eisini alt slíkt av amboðum, búnyttum og óðrum. sum í framtíðini kann vísa, hvussu vorðið er í nútíðini. Hartil ætlast so við og við at fáa samling av djórurn, fuglum. fiskum. vóxtrum, gróti og ððrum bæði úr Føroyum og útlondum, so at bæði fólk og serskilt skúlabórn harav kunnu fáa gagniliga upplýsing«. Sum áður nevnt varð á Olavsókuni 1898 kosin nevnd til at taka sær av goymsluni, og frá lðgtinginum igoo fekk henda nevndin 50 kr. at keypa forngripir fyri. Men táið goymslunevndin á Olavsðkuni í fjðr hevði fund, vísti tað seg, at goymslan enn var komin so stutt á leið. at hon næstan átti fieiri nevndarlimir enn goymslulutir, og av tí peningi, nevndin hevði fingið, hevði hon nærum einki brúkt. Men tá á fundinum gjðrdi nevnđin eitt dugnaverk, í tí hon valdi Rasmus háskúlalærara Rasmussen til næstan at vera einvalas- harra yvir goymsluni. Og nú kom gongd í arbeiðið, nú an- svarið hvíldi á ti einkulta manninum. Strax eftir Olavsokuna fór Rasmus vestur til Váganna, og fylgdi eg við honum. Har leitaðu vit ikki so lítið av gomlum framm; í líka máta i tveimum bygdum á Streymoynni. Táið Rasmus síðan fór norður aftur á skúlan í Fógrulíð, ransakaði eg ein part av Eysturoynni, og fann eg har ein sannan hóp av gomlum. Eg fór so norður í Fógrulíð og tók Rasmus við mær um Borð-

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.