Búreisingur - 15.07.1902, Síða 22
I 22
Goymslan í Havn.
av peningi (antin frá logtingi ella aðrastaðni ífrá). Einans
bókagoymslan verður heldur kostingarsom; men her hava
vit ti betur amtsbókagoymsluna at byggja víðari á.
Eg segði, at goymslan ikki varð dýr at fáa í lag; tí hon
kundi vaxa hóvliga, so við og við. Men tó er har ein
deildin av goymsluni, ið má fáast í lag við skjótheit, um tað
ikki skal vera nógv ov seint; tað er longu í siðsta lagi. Eg
meini við forngripagoymsluna. Okkara forngripir svinna đag
undan degi, so har má keypast strax tað, sum enn kann
fáast. Tað er tí, vit í ár biðja logting okkara um 3—400 kr.
Eisini hevur goymslan longu drigið eitt sindur av skuld á seg
og fleiri forpligtilsi.
Tann uppdrátturin, eg dró upp fyri Boeg, vann sær
vinir. Soleiðis síggja vit Fuglaframa fyri 26. juli i8g8 siga
frá, at Boeg hevur hug at geva eisini sína samling av stinnum og
útstappaðum fuglum«. Og 17. august i8gg skrivar Føringa-
tíðindi: »Ætlan er ikki einans at samla og goyma slíkt. sum
nú við róttum kann nevnast forngripir, men eisini alt slíkt av
amboðum, búnyttum og óðrum. sum í framtíðini kann vísa,
hvussu vorðið er í nútíðini. Hartil ætlast so við og við at fáa
samling av djórurn, fuglum. fiskum. vóxtrum, gróti og ððrum
bæði úr Føroyum og útlondum, so at bæði fólk og serskilt
skúlabórn harav kunnu fáa gagniliga upplýsing«.
Sum áður nevnt varð á Olavsókuni 1898 kosin nevnd
til at taka sær av goymsluni, og frá lðgtinginum igoo fekk
henda nevndin 50 kr. at keypa forngripir fyri. Men táið
goymslunevndin á Olavsðkuni í fjðr hevði fund, vísti tað seg,
at goymslan enn var komin so stutt á leið. at hon næstan
átti fieiri nevndarlimir enn goymslulutir, og av tí peningi,
nevndin hevði fingið, hevði hon nærum einki brúkt. Men tá
á fundinum gjðrdi nevnđin eitt dugnaverk, í tí hon valdi
Rasmus háskúlalærara Rasmussen til næstan at vera einvalas-
harra yvir goymsluni. Og nú kom gongd í arbeiðið, nú an-
svarið hvíldi á ti einkulta manninum. Strax eftir Olavsokuna
fór Rasmus vestur til Váganna, og fylgdi eg við honum.
Har leitaðu vit ikki so lítið av gomlum framm; í líka máta
i tveimum bygdum á Streymoynni. Táið Rasmus síðan fór
norður aftur á skúlan í Fógrulíð, ransakaði eg ein part av
Eysturoynni, og fann eg har ein sannan hóp av gomlum. Eg
fór so norður í Fógrulíð og tók Rasmus við mær um Borð-