Búreisingur - 15.07.1902, Page 25

Búreisingur - 15.07.1902, Page 25
Goymslan í H avn. 2 um har mundi vera onkur gomul troyggja við mynsturi í at finna í bygdini. Tað visti hann einki um, »men nasin drong- urin har er úr einum gamaldags húsi« — so peikaði hann á ein 13 ára gamlan drong, ið stóð har og lýddi á — »har kundi okkurt verið«. Eg bað so drongin fara og spyrja mommu sína, um hon átti nakra gamla troyggju við mynsturi í, tí so vildi eg fegin keypa hana. Hann fer og kemur brátt aftur við teimum boðum. at mamma sín átti fleiri. Eg fekk strax illgruna, men bað hann koma og vísa mær ta vakrastu. Eg fór so inn í hús við manninum. Eina lotu eftir pikkar á hurðina, og inn kemur ein tjúkk gomul kona við hópi av bórnum eftir sær; óll hóvdu tey favnin fullan av gomlum bátsmanstroyggjum. Tá trúði hon, eg var ein norskur klodda- keypari. ið ferðaðist fyri eina fabrikk i Noreg; og hon hevði sent boð til aðrar konur um at koma við trovggjum, segði hon. Eg skundaði mær úr tí býlinginum. »Er nú nðkur nytta og nakað gagn at vinna úr óllum hesum ruskinum, tit har hava drigið saman«, mann onkur lesarin spyrja. »hava tit kanska longu nakra vinning at peika á, ið kann geva vónir fyri eftirtíðina? Eg svari: ja! Vit halda okkum longu av ti lítla, vit hava vunnið, at duga at síggja, at tað hevur verið ein upp- gongutíð í Føroyum um ár 1700 og nakað út eftir, ein tíð við gróðri og framburði hjá hinum føroyska bóndanum. Eg skal ikki her -— hóast tað kundi veri hugvekjandi — sýna lesarnum, hví vit halda hetta; tað er ov tíðliga enn. Men eg vil minna á tvey ting: at N. Andersen í síni bók um Før- oyar (Færøerne 1600—1709) ein annan veg kemur til sama endamálið, at fyrsti parturin av 18. old (táið Frederik Gabel átti handilin) var ein góð tið fyri Føroyar; og at tað eisini var um hetta bilið, at »glasstovurnar« fóru at koma í brúk, og at hjólrokkurin varð innførđur.*) Men enn er goymslan ikki meiri enn ársgomul, so hon kann ikki hava rikið so nógv av sær. Hitt størsta álitið, hugsi eg, vit fara at seta til teir fundir, ið gerast kunnu í jórðini, og tá mest á gomlum húsa- og kirkjugrundum. At nakað er at finna, tað er ivaleyst. Goymslan eigir longu nakrar smáfundir; men serliga vil eg minna á tann stóra *) Eysturoyggin sýnist tá at hava verið fremst í odda, meðan Suðuroyggin var langt hin aftasta.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.