Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 25
Goymslan í H avn.
2
um har mundi vera onkur gomul troyggja við mynsturi í at
finna í bygdini. Tað visti hann einki um, »men nasin drong-
urin har er úr einum gamaldags húsi« — so peikaði hann á
ein 13 ára gamlan drong, ið stóð har og lýddi á — »har
kundi okkurt verið«. Eg bað so drongin fara og spyrja
mommu sína, um hon átti nakra gamla troyggju við mynsturi
í, tí so vildi eg fegin keypa hana. Hann fer og kemur brátt
aftur við teimum boðum. at mamma sín átti fleiri. Eg fekk
strax illgruna, men bað hann koma og vísa mær ta vakrastu.
Eg fór so inn í hús við manninum. Eina lotu eftir pikkar á
hurðina, og inn kemur ein tjúkk gomul kona við hópi av
bórnum eftir sær; óll hóvdu tey favnin fullan av gomlum
bátsmanstroyggjum. Tá trúði hon, eg var ein norskur klodda-
keypari. ið ferðaðist fyri eina fabrikk i Noreg; og hon hevði
sent boð til aðrar konur um at koma við trovggjum, segði
hon. Eg skundaði mær úr tí býlinginum.
»Er nú nðkur nytta og nakað gagn at vinna úr óllum
hesum ruskinum, tit har hava drigið saman«, mann onkur
lesarin spyrja. »hava tit kanska longu nakra vinning at peika
á, ið kann geva vónir fyri eftirtíðina?
Eg svari: ja! Vit halda okkum longu av ti lítla, vit
hava vunnið, at duga at síggja, at tað hevur verið ein upp-
gongutíð í Føroyum um ár 1700 og nakað út eftir, ein tíð
við gróðri og framburði hjá hinum føroyska bóndanum. Eg
skal ikki her -— hóast tað kundi veri hugvekjandi — sýna
lesarnum, hví vit halda hetta; tað er ov tíðliga enn. Men
eg vil minna á tvey ting: at N. Andersen í síni bók um Før-
oyar (Færøerne 1600—1709) ein annan veg kemur til sama
endamálið, at fyrsti parturin av 18. old (táið Frederik Gabel
átti handilin) var ein góð tið fyri Føroyar; og at tað eisini var
um hetta bilið, at »glasstovurnar« fóru at koma í brúk, og at
hjólrokkurin varð innførđur.*)
Men enn er goymslan ikki meiri enn ársgomul, so hon
kann ikki hava rikið so nógv av sær. Hitt størsta álitið,
hugsi eg, vit fara at seta til teir fundir, ið gerast kunnu í
jórðini, og tá mest á gomlum húsa- og kirkjugrundum. At
nakað er at finna, tað er ivaleyst. Goymslan eigir longu
nakrar smáfundir; men serliga vil eg minna á tann stóra
*) Eysturoyggin sýnist tá at hava verið fremst í odda, meðan Suðuroyggin
var langt hin aftasta.