Búreisingur - 15.07.1902, Side 31
Mín sorg.
I31
MÍN SORGr.
Mín sorg er ein kvinna so marmorableik,
hon stendur á brimbordum strondum,
hon hoyrir stormanna villa leik
og dans á fjallbygdum londum.
Tá flagsar í vindinum náttmyrka hár,
og snarljós úr eygunum fljúgva:
hvat leingi vilja tit, vónleysu ár,
sum svangir ormar meg súgva?
Statt upp, bleiki vinur, úr váti grðv,
og kvoð um tær folnandi urtir,
og dansa við mær yvir stynjandi hov,
til vit hvorva í mjorkanum burtur.
Tá skalt tú mær kvoða so trollsligt eitt ljóð,
sum dvorgur í homrunum grætur,
sum fylgjan í gjánnum grenjar óð
tær stormandi vetrarnætur.
Tá skalt tú mær spæla so trðllsligt eitt lag,
sum norðlanda ódnar náttin,
tá ravnurin hðgt 1' berginum kvað
yvir manni, sum oman var đottin.
Mín sorg er ein kvinna so ísnandi kðld,
eitt marmorbleikt andlit at skoða,
ein vðlva. sum úr eini horvnari ðld
vil frá eini komandi boða.
J. H. O. Djurhuus.