Búreisingur - 15.07.1902, Page 31

Búreisingur - 15.07.1902, Page 31
Mín sorg. I31 MÍN SORGr. Mín sorg er ein kvinna so marmorableik, hon stendur á brimbordum strondum, hon hoyrir stormanna villa leik og dans á fjallbygdum londum. Tá flagsar í vindinum náttmyrka hár, og snarljós úr eygunum fljúgva: hvat leingi vilja tit, vónleysu ár, sum svangir ormar meg súgva? Statt upp, bleiki vinur, úr váti grðv, og kvoð um tær folnandi urtir, og dansa við mær yvir stynjandi hov, til vit hvorva í mjorkanum burtur. Tá skalt tú mær kvoða so trollsligt eitt ljóð, sum dvorgur í homrunum grætur, sum fylgjan í gjánnum grenjar óð tær stormandi vetrarnætur. Tá skalt tú mær spæla so trðllsligt eitt lag, sum norðlanda ódnar náttin, tá ravnurin hðgt 1' berginum kvað yvir manni, sum oman var đottin. Mín sorg er ein kvinna so ísnandi kðld, eitt marmorbleikt andlit at skoða, ein vðlva. sum úr eini horvnari ðld vil frá eini komandi boða. J. H. O. Djurhuus.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.