Fróðskaparrit - 01.01.1954, Page 1
Fólkatalið og ognarbýtingin
í Føroyum um 1600
við jarðabókini 1584 sum grundarlag.
Eftir Arnbjórn Mortensen.
I. FÓLKATALIÐ UM 1600.
Eftir tí gamla markatalinum eru Poroyar mettar til 2406
merkur 12 gyllin og 5 skinn. Hesin matrikul hevur frá elstu
tíðum verið grundarlagið fyri ásetingina av skattum, gjold-
um og oðrum útreiðslum av jarðagóðsinum til ríkið, og
hóast tað, at ein nýggjur matriikul varð tikin í nýtslu 29.
juli 1899 sum skattagrundarlag (tær sonevndu »skalta-
merkurnar«, við útihýsing av gyllum og skinnum), verður
tað gamla markatalið framvegis nýtt manna millum í keypi
og solu av jorð.
Jarðabókin 15841) er elsti lisitin fyri Fóroyar, ið til er
yvir kongs- og óðalsbóndurnar. Kongsbóndunum viðyíkjandi
*) Við brævi av 29. juni hetta ár (Kancelliets Brevbóger 1584—88, s. 107),
varð Niels Skinkel til Gjerskov settur til lensmann ella fúta í Fóroyum. í
brævinum verður m. a. skilað til, at hann hvórt ár til miðfóstu skal gera
rentimeistaranum roknskap fyri óll gjóld o. s. fr., hann krevur inn frá bónd-
unum, við lista yvir nóvn teirra. — Eisini fútarnir framman undan Niels
Skinkel hóvdu verið roknskaparskyldigir, men eingin roknskapur framman