Fróðskaparrit - 01.01.1954, Qupperneq 95
Um illvokstur
101
áviikavist 12 og 40 ár. So lúrurin (latensitíðin) F. Bang‘ )
er ógviliga ymiskur til longdar: Frá 1 mánað til 40 ár.
Bæði brunin og krabbavoksturin vóru hjá fýra av hesum
5 kvinnum upprunaliga í v. brósti; hjá teirri fimtu í hogra.
Henda seinasta (IV) og ein av hinum (1) fekk seinni
krabbavokstur eisini í hitt bróstið. Báðar hesar vóru við
barn, tá ið krabbavoksturin tók við, og sjúkugongdin var
hjá báðum serstakliga illkynjað. Hjá enn einari kvinnu kom
krabbavokstur í bróstið, meðan hon gekk við barni (XI),
og Iknykiilin hevði við sær deyðan 1^2 ;lr seinni.
í sjúkusogu II og V kenna vit i'kki staðið ;fyri uppruna
brunans. Hjá 1. og 3. sjúkl. vaks krabbavoksturin fram
langt frá staðnum, har brunin hevði verið, og sjúkl. í
sjúkusogu IV fekk krabbaknykil sín tætt við, men ikki
beint á sama stað, har brunin upprunaliga hevði verið.
Vit kenna sum nevnt omanfyri 5 kvinnur av nítjan, sum
hovdu havt bruna í bóstinum, og sum seinni fingu krabba-
vokstur í sama bróst. Men eingin regla er uttan undantak.
Vit hava enn eina kvinnu við krabbavokstri í bróstinum,
og sum hevði havt bruna. Brunin var í h. brósti, men krabba-
voksturin, sum hon kom at pínast av 14 ár seinni, var í
vinstra.
VI. Kf. f. 11/1 1893. 5 'born. Bert tey yngstu — fodd í des.
1924 og nov. 1927 -— fingu bróst, hitt eldra 1% ár. Hevði ikki
ihavt bruna, men í nógv ár av og á stingir í v. brósti. At gníggja
hjálpti vanliga.. Apríl 1938: í v. brósti beint oman fyri vórtuna
Htil knykil, eitt lítið sindur rúðrutur, ikki týðuliga avmarkaður,
men kykur; stórur: 1,5 X 1,5 X 1 om. Skorin. Sjóneykur.: Yar-
andi bloðrutur bruni og byrjandi gerð til krabbavókstur, mastitis
chron. cyst. — carcinoma inqipiens). Var síðan frísk.
Sjúkl. í sjúkusogu VI hevði ongantíð bruna í brósti-
num (mastitis), men í 1938 mastitis chron. cystica. Hvussu
leingi henda sjúkan hevði vart, vita vit ikki, og vita tí
helđur ikki, hvussu leingi bróstið hevði sýnt tekin til sjúku.