Fróðskaparrit - 01.01.1954, Side 143
Firvaldar í Foroyium
149
Á megin'landinum sig&t ormveran liva »paa forskellige
urteagtige planter«, Klocker7.
Eisini av hesum firvaldi áttu vit at funnið fleiri eintok, tí
hann livir bæði í Hetlandi og Islandi.
39. Caradrina clavipalpis Scopodi (mynd 26).
Syn.: Aihetis quadripunctata Fabricius.
Bert funnin eina ferð: Ólavsdkudag 1954 av frú Michaelu
Restorff, Tórshavn. Varð funnin heima við hús, er í savni
hovundarins og er avmyndaður her.
Framv. reydliga gráir, taktir við dimmum dusti. Á fram-
tromini 4 dimmir prikkar. Miðstrikur dimmar, támutar,
sagtenntar, merkini dimm; serliga dimmur er aftasti partur
av nýramerkinum, sum er kransaður av 3—4 evarssmáum
hvítum prikkum (sbr. navnið quadripunctata).
Innanfyri rukkustrikuna er breiður rustbrúnur skuggi.
Framvið jaðaranum smáir svartir hálvmánar. Afturv. skín-
andi hvítir við dimmum æðrum. VI. 1,3 cm.
Ormveran á meginlandinum á »urteagtige planter«,
Klocher".
Er funnin hvorki í Hetlandi ella ísllandi.
40. Operophtera brumata L. (mynd 27). Frostspann-
arin efl. vetraspannarin.
Syn.: Cheimatobia brumata L.
Sigst vera funnin í Tórshavn ilongu í 1930’unum. Eisini
funnin í Kirkjubó. Gazet Patursson hevur bæði egg, reiv-
veru og imago av báðum kynjum í savni sínum.
Tað sigst at frostspannarin aftaná annan veraldarbardaga
hevur verið ein ringur oyðari av leyvtróum og runnum í
Tórshavn. So er hann eisini ií útlondum.
Kalldýrið hevur vanligar veingir, kvenndýrið bert smáar
veingjastubbar, og er tað tí ilkki fórt fyri at flúgva. Donsk
eintók (í savni hóv.s) hava hesa útsjónd: Framv. kalldýr-
anna eru ljósa-grábrúnir við meira og minni greiniligum