Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1971, Blaðsíða 16
1 16
Nr. 43. 22. oktober.
KUNNGERÐ
um
broyting í kunngerð um
studning til húsdýrahaldið
v.m.
§ 1.
í stk. D, nr. 5 í kunngerð nr.
3 frá 2. februar 1962, 'sum
broytt við kunngerð nr. 55 frá
3. oktober 1967, verður »65
kr.« broytt til »90 kr.«.
§ 2.
Henda kunngerð fær gildi
frá 1. november 1971.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Førova Landsstýri, 22. okto-
ber 1971.
Peter F. Christiansen
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus.
Nr. 44. 6. desember.
KUNNGERÐ
Eftir heimild í § 54, stk. 2 í
løgtingslóg nr. 55 frá 16. au-
gust 1962 um tinglýsing og §
43, stk. 2 í løgtingslóg nr. 64
frá 11. desember 1962 um ma-
trikulering og sundurbýti v.m.
hevur landsstýrið fyrisett, nú
freistin er úti at skjóta eigin-
dómsdómin inn til hægri rætt,
at hesar báðar lógirnar fáa gil-
di fyri markatalsbygdina Fug-
lafjørð.
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, tann 6.
desember 1971.
Peter F. Christiansen
landsstýrismaður
/ J. Ellendersen.