Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Qupperneq 2
2
§ 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er:
at landstýrið (fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um skipanavn,
skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longd,
brutto og netto tonnagu, maskinhestakreftir og veiðihátt,
at skipið hevur fingið fiskiloyvi,
at skipini yvir Tórshavnar Radio siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey koma inn á landleiðina, og
um hvat ætlanin er at veiða,
at skipini dagliga siga Fiskivinnustovuni frá, hvar tey eru stødd, og
at skipini siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey fara av landleiðini og samstundis uppgeva met yvir
veiðunøgd, hvørt fiskaslagið sær.
§ 3. Skipini skulu fylgja reglunum um minstamát á fiski í kunngerð nr. 78 frá 29. december
1976 um føroyska fiskiveiðu á landleiðini.
2. stk. Skipunum er loyvt at nýta trol við meskum ikki smærri enn 120 mm, tá talan er um
bummull, hamp, polyamid fipur ella polyester fipur, og ikki smærri enn 130 mm, tá talan er um
annað tilfar, tó skulu í báðum førum teir aftastu 8 m av trolinum ikki hava smærri meskar enn
135 mm.
3. stk. Tað er ikki loyvt at snøra posan; fyri at minka um slit er tó loyvt at knýta til undirsíðuna
á trolposanum (cod-endanum) tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar á posanum.
4. stk. Trolposar við smærri meskum enn 135 mm og net við smærri meskum enn 120 mm
skulu, um tey ikki eru fastur partur av trolinum í brúki á sjóøki Føroya, vera fyri seg sjálvan í
serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
5. stk. Skipini skulu, tá tey koma á sjóøki Føroya gjøgnum Tórshavnar Radio geva føroyskum
myndugleikum hesar upplýsingar:
(a) talið á trolum við loyvdari meskavídd,
(b) talið á heilum trolum og trollutum so sum bellum, trolposum og netastykkjum við smærri
meskum enn 120 mm,
(c) veiðan, sum er veidd, áðrenn skipini koma á sjóøki Føroya, flokkað eftir fiskasløgum og
nøgd.
§ 4. Tá trolarar koma inn á øki, har teir ikki hava loyvi at fiska, skulu teir hava allan
trolreiðskap burturstúvaðan á sínum náttúrliga staði.
§ 5. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og missir skipið fiskiloyvið.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 10. februar 1978, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 76
frá 15. november 1977.
FØROYA LANDSSTÝRI, 10. februar 1978.
Petur Reinert (sign.)
landsstýrismaður
/E. Kallsberg (sign.)