Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Síða 4
4
(a) uttan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úrTrøllhøvda og 320° rættvísandi úr
Barðinum,
(b) uttan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akrabergi og 195° rættvísandi úr
Akrabergi.
Ikki mugu vera fleiri enn 47 trolarar á sjóøkinum samstundis, og av teimum í mesta lagi 20
trolarar, sum ikki mugu vera longri enn 130 føtur, vera innanfyri omanfyri nevndu linjur.
3. stk. Fyri árið 1978 er loyvt EEC-skipum at veiða hesar nøgdir (ósløgdur fiskur):
3.400 tons av toski
3.600 » » hýsu
25.100 » » upsa
7.000 » » kongafiski
6.000 » » blálongu
1.500 » » longu
500 » » brosmu
600 » » flatfiski
600 » » ymiskum fiskasløgum
§ 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er:
at landsstýrið (fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um skipa-
navn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipa-
stødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðihátt,
at skipið hevur fingið fiskiloyvi,
at skipini yvir Tórshavnar Radio siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey koma inn á landleiðina,
og um hvat ætlanin er at veiða,
at skipini dagliga siga Fiskivinnustovuni frá, hvar tey eru stødd, og
at skipini siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey fara av landleiðini og samstundis uppgeva met
yvir veiðunøgd, hvørt fiskaslagið sær.
§ 3. Skipini skulu fylgja reglunum um minstamát á fiski og reglunum um forboð móti
trolveiðu á ávísum leiðum til ávísar tíðir, jvbr. kunngerð nr. 78 frá 29. december 1976 um
føroysku fiskiveiðu á landleiðini, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 1. mars 1977, og reglunum
um forboð móti trolveiðu á Føroya Banka, jvbr. kunngerð nr. 77 frá 21. december 1977.
2. stk. Skipunum er loyvt at nýta trol við meskum ikki smærri enn 120 mm, tá talan er um
bummull, hamp, polyamid fipur ella polyester fipur, og ikki smærri enn 130 mm, tá talan er um
annað tilfar, tó skulu í báðum førum teir aftastu 8 m av trolinum ikki hava smærri meskar
135 mm.
3. stk. Tað er ikki loyvt at snøra posan; fyri at minka um slit er tó loyvt at knýta til undirsíðuna
á trolposanum (cod-endanum) tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar á posanum.
4. stk. Trolposar við smærri meskumenn 135mmognetviðsmærrimeskumenn 120mmskulu
vera fyri seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
5. stk. Skipini skulu, tá tey koma á sjóøki Føroya, gjøgnum Tórshavnar Radio geva
føroyskum myndugleikum hesar upplýsingar:
(a) talið á trolum við loyvdari meskavídd,
(b) talið á heilum trolum og trollutum so sum bellum, trolposum og netastykkjum við smærri
meskum enn 120 mm,
(c) veiðan, sum er veidd, áðrenn skipini koma á sjóøki Føroya, flokkað eftir fiskasløgum
og nøgd.
§ 4. Tá trolarar koma inn á øki, har teir ikki hava loyvi at físka, skulu teir hava allan trol-
reiðskap burturstúvaðan á sínum nátúrliga staði.