Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Blaðsíða 48
48
cm
Toskur (Gadus morhua) 34
Hýsa (Melanogrammus aeglefinus) 31
Kalvi (Hippoglassus vulgaris) 45
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa) 25
Lálla (Clyptocephalus cynoglossus) 28
Tunga (Microstomus kitt) 25
Glaskvoysa (Lepdorhomus whiff) 25
Hvítingur (Merlangus merlangus) 23
Sandsprøka (Limanda limanda) 15
Upsi (Pollachius virens) 35
§ 7.
Brot móti reglunum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur fiskireiðskapur,
so sum net, lemmar, wirar, línur, uppstandararv.m. ogfongurkomaundir konfiskatión. Skipið
kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av
skipinum er skuldsettur fyri brot móti reglunum í hesi kunngerð.
§ 8.
Henda kunngerð kemur í gildi 4. apríl 1978.
FØROYA LANDSSTÝRI, 3. apríl 1978.
Finnbogi Isaksen (sign.)
landsstýrismaður
/E. Kallsberg (sign.)
Nr. 13.
3. apríl
Kunngerð
um
fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum hava heimstað og eru skrásett í kongaríkinum.
Við heimild í § 4, 1. stk. 1 løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini og í
samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
Veiða við troli v.m.
§ 1. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum leiðum í
teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. Innanfyri linjur drignar 12 fjórðingar frá grundlinjunum, alt árið.
b. Millum 12 og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli 07°05’28”
W 62°19’17” N og 90° rættvísandi úr Bispinum 06°15’00” W 62°20’27” N, í tíðarskeiðinum
15. februar til 10. apríl.
c. Á Føroya Banka innan fyri 200 m dýpdarlinjuna, til 30. apríl 1979.
2. stk. Skovlváðir, trol, snurriváðir og líknandi net skulu, tá ið skip eru stødd ella sigla á
teimum í 1. stk. nevndu leiðum og í teimum har tilskilaðu tíðarskeiðum, har veiða við hesum
reiðskapi ikki er loyvd, hava henda reiðskap burturstúgvaðan á sínum náttúrliga staði og
trolveirar útskeklaðir.
3. stk. Landsstýrið kann eftir umsókn gera undantak frá forboðnum í 1. stk., tá ið talan er um
veiðu eftir hummara, skeldjórum, veiðu við rannsóknarendamáli ella til roynd av fiskireiðskapi.
Tílík loyvi skulu altíð vera tíðarbundin.