Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Blaðsíða 49
49
§ 2. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður đrigið gjøgnum
sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, tá ið talan er um bummull,
hamp, polyamid fipur ella polyester fipur; er talan um annað tilfar ikki smærri meskar enn
145 mm. Tað er ikki loyvt at snøra posan, tó er loyvt at knýta til undirsíðuna á trolposanum
(cod-endanum) fyri at minka um slit tilfar, ið bert verður fest framman og á síðurnar á
posanum.
2. stk. Frá regluni í 1. stk. verður til 30. september 1978 gjørt tað undantakið, at loyvt er at
nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net við meski niður í 120 mm, tó skulu aftastu 8 m
av trolinum v. m. ikki hava smærri meskar enn 135 mm.
3. stk. í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti (Trisopterus poutassou), hvítingsbróður (Trisopterus
esmarkii) og gulllaksi (Argentina) er tó loyvt at hava umborð ella nýta trol við meskum niður í
16 mm eftir nebbasild (Ammodytes) 12 mm.
4. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir 1., 2. og 3. stk., skal vera fyri seg sjálvan í
serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
5. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti diagonalt
eftir longđini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásettu breiddini lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum.
Veiða við gørnum.
§ 3. Veiða við gørnum eftir toski, hýsu og upsa er ikki loyvd nærri enn 4 fjórðingar úr landi.
Veiða við gørnum er annars ikki loyvd innanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum á hesum
leiðum í tíðarskeiðunum 15. februar til 30. apríl.
a. Á Norðhavinum: Millum tvær linjur, onnur drigin úr Kunoyarnakki 06°41’00”W
62°22’04”N og í rættvísandi norðan og hin úr Eiðiskolli 07°05’28”W 62°19’17”N og í
rættvísandi norðan.
b. Vestanfyri: Millum tvær linjur, onnur drigin úr Trøllhøvda 06°57’05” 61°55’04”N og í
rættvísandi útsynning og hin úr Trælanýpuni 07°13T3”W 62°01’12” og í rættvísandi
útsynning.
2. stk. Einki skip má nýta toskagarn ella upsagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur
smærri meskar enn ávikavist 170 mm og 160 mm.
3. stk. Viðvíkjandi meskamátingini verður víst til § 2, 4. stk.
§ 4. Tað er ikki loyvt at seta og hava standandi fleiri gørn enn hesi eftir manningartalinum:
Er manningartalið 12 ella lægri: 75
Er manningartalið millum 13 og 18: 120
Er manningartalið 19 ella hægri: 150.
Longdin á hvørjum garni má ikki fara upp um 30 favnar. Eru gørnini styttri, verðt'r loyvda
garnatalið hækkað í mun hertil.
2. stk. Til festing av floti og søkki á gørn er bert loyvt at nýta óviðgjørt sissal ella óviðgjørdan
hamp, til flot ikki meira enn 5 mm til tjúkdar og til søkk ikki uppum 7 mm.
3. stk. Hvør endaboya á hvørjum trossa skal hava stong. Stengurnar skulu ovast hava flagg og
í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyurnar skulu verða merktar við
havnakenningarbókstavum og nummar hjá fískifarinum.
7 — Kunngerðasavn 1978