Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Page 51
51
Nr. 14.
21. mars
Kunngerð
um
roknaðan skattafrádrátt.
Við heimild í § 9 nr. 8 b) í løgtingslóg nr. 50 frá 2. juli 1963 um landsskatt og kommunuskatt,
soleiðis sum lógin er broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 20. november 1969, hevur landsstýrið í
samráð við figgjarnevndina fyrisett:
§ 1. Skattgjaldari kann í staðin fyri frádrátt fyri goldnan skatt eftir reglunum í § 9 nr. 8 a) í
skattalógini nýta roknaðan skattafrádrátt eftir regluni í hesi kunngerð.
§ 2. Hin roknaði skattafrádrátturin av inntøku áðrenn skattafrádrátt, er skatturin eftir
skattastiganum árið fyri av somu inntøku, tá ið inntøkan, áðrenn skatturin verður útroknaður,
er lækkað við frádrátti av somu hædd sum skatturin. Skattafrádrátturin umfatar landsskatt,
herundir møguligan eykaskatt, kommunuskatt og fólkapensjónsgjald.
§ 3. Aftaná at skattafrádrátturin er drigin frá inntøkuni, verður skattur líknaður eftir
galdandi skattastiga fyri komandi skattaár.
§ 4. Til nýtslu hjá líkningarmyndugleikunum ger líkningarráðið, um neyðugt á hvørjum ári,
talvur yvir støddina á skattafrádráttinum á ymsum stigum og við ymsum skattaprocentum, sum
nýtt verða í kommununi.
§ 5. Hann, sum fær loyvi at nýta reglurnar her um skattafrádrátt, kann ikki ganga aftur til
frádráttarreglurnar 1 § 9 nr. 8 a) í skattalógini.
§ 6. Umsókn um at nýta hesa skipan skal í seinasta lagi verða send líkningarvaldinum saman
við rættstundis innlatnari sjálvuppgávu.
2. stk. Líkningarráðið hevur heimild til, har umstøðurnar tala fyri tí, at víkja frá regluni í 1. stk.
treytað av, at umsókn er latin ráðnum innan enda skattaársins.
§ 7. Henda kunngerð hevur gildi frá og við skattárinum 1978/79.
FØROYA LANDSSTÝRI, 21. mars 1978.
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/Demmus Hentze (sign.)
landsstýrismaður