Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Page 53
53
§ 5. Brot móti reglunum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur
fiskireiðskapur so sum net, lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann
heftast til rindingar av bót og kostnað.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 1978.
FØROYA LANDSSTÝRI, 28. apríl 1978
Finnbogi Isaksen
landsstýrismaður
/E. Kallsberg
Nr. 16.
28. apríl
Kunngerð
um
veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum úr ávísum londum í 1978.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er
loyvt skipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í ávísum londum sambært skjal 1, at reka
beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti (Trisopterus Poutassou) á sjóøki Føroya.
2. stk. í tíðarskeiðinum 1. juli til 30. apríl, báðar dagarnir íroknaðir, er beinleiðis veiða av
svartkjafti ikki loyvd innan fyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N,06°57’05” W)
og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N, 07°27’00” W),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita og 195° rættvísandi úr
Akraberg-vita og
(c) á Føroya Banka innan fyri 200 m dýpdarlinjuna.
3. stk. í tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni, báðir dagarnir íroknaðir, er beinleiðis veiða av
svartkjafti ikki loyvd innan fyri linjur drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda og 320° rættvísandi úr
Barðinum,
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg-vita og 180° rættvísandi úr
Akraberg-vita,
(c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda og 180° rættvísandi
úr Akraberg-vita og ikki innan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og
(c) á Føroya Banka innan fyri 200 m dýpdarlinjuna.
§ 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
(1) landsstýrið (Fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskinhestakreftir,