Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Page 54
54
(2) skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu,
(3) skipini yvir Tórshavnar Radio siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey koma inn á landleiðina,
(4) skipini upplýsa veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipini koma á sjóøki Føroya, flokkað eftir
fiskasløgum og nøgd,
(5) skipini dagliga fyrrapartin siga Fiskivinnustovuni frá, hvar tey vóru stødd kl. 07.00 GMT,
(6) skipini siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey fara av landleiðini og samstundis uppgeva met yvir
veiðunøgd, og at
(7) skipini fylgja vegleiðingum frá sjóverjuni og skulu vera henni til hjálpar í inningini av
tænastuni.
§ 3. Skip, sum hava fingið loyvi at veiða svartkjaft, hava ikki loyvi at reka annan fiskiskap.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ætlaður er til aðra veiðu enn veiðu eftir svartkjafti, skal vera fyri seg
sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
§ 4. í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta trol við meskum niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt
eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við teirri ásettu breiddini lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera
burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti reglunum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið
kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av
skipinum er skuldsettur fyri brot móti reglunum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 1978.
FØROYA LANDSSTÝRI, 28. apríl 1978.
Finnbogi Isaksen
landsstýrismaður
/E. Kallsberg
Skjal I
Heimstaður
Loyvt skipatal
Loyvd veiðunøgd
35.000 tons
- *)
60.000 tons
ca. 15.000 tons
ísland
Noreg
15
ca. 35
12
ca. 15
Sovjetsamveldið
EEC-lond
Svøríki
Póland
Eysturtýskland (DDR)
3
2
2
- *)
- *)
- *)
) eingin nøgdaravmarking