Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Page 58
58
Nr. 19
12. mai.
KUNNGERÐ
um
norska fiskiveiðu á landleiðini eftir botnfiski í 1978.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á landleiðini er
tað í 1978 loyvt øðrum skipum enn trolarum, skrásett og heimahoyrandi í Noregi, at reka
fiskiskap á landleiðini uttanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum.
§ 2. Loyvda veiðan í nevnda tíðarskeiði er 12.000 tons. Fiskiskapurin skal miða ímóti veiðu
av longu, brosmu, upsa og blálongu. Veiða av toski er loyvd í minni mun sum hjáveiða.
§ 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at:
(1) landsstýrið (fiskivinnustovan) áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um navn
skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og
-nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt,
(2) skipið hevur fingið fiskiloyvi,
(3) skipini yvir Tórshavnar Radio siga Fiskivinnustovuni frá, tá tey koma inn á landleiðina
og tilskila veiðihátt.
(4) siga frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipini koma á landleiðina, flokkað eftir fiska-
sløgum og nøgd,
(5) skipini dagliga fyrrapartin siga Fiskivinnustovuni frá, hvar tey vóru stødd kl. 700 GMT,
(6) skipini siga fiskivinnustovuni frá, tá tey fara av landleiðini og samstundis uppgeva met
yvir veiðunøgd (ósløgdur fiskur), hvørt fiskaslagið sær, og
(7) skipini fylgja vegleiðingum frá sjóverjuni og skulu vera hesum til hjálpar í inningini av
tænastuni.
§ 4. Onki skip má nýta upsagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur smærri meskar
enn 160 mm.
2. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. og 2. stk., skal vera fyri seg sjálvan
í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
3. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt
eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásettu breiddini lættliga ganga gjøgnum
meskarnar í netinum.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera
burturstúgvaður á sínum nátúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Tað er ikki loyvt at seta og hava standandi fleiri gørn enn hesi eftir manningartalinum:
Er manningartalið 12 ella lægri: 75.
Er manningartalið millum 13 og 18: 120.
Er manningartalið 19 ella hægri: 150.
Longdin á hvørjum garni má ikki fara upp um 30 favnar. Eru gørnini styttri, verður loyvda
garnatalið hækkað í mun hertil.
2. stk. Til festing av floti og søkki á gørn er bert loyvt at nýta óviðgjørt sissal ella óviðgjørdan
hamp, til flot ikki meira enn 5 mm til tjúkdar og til søkk ikki upp um 7 mm.