Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Side 80
80
Nr. 41.
8. juni
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjaldið fyri
1978 fyrisett:
I. Hann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 155,-. Menn, ið selja ella umvæla
radiotól og nýta radiomóttakara í virki sínum, svara gjald av einum móttakara í virki
sínum. Somuleiðis verða goldnar kr. 155,- árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru í húsinum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av
arbeiðsgentum, lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av børnum, ið fylt hava 18
ár, sum sjálvi eiga ella nýta radiomóttakara),
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílíkum,
d) móttakarar uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og tílíkum.
II. Fyri lurtaratól, uppsett undan l.apríl 1978 skal gjaldið verða goldið innan l.juli 1978. Um
goldið verður aftaná 1. juli 1978 verður at gjalda eykagjald kr. 10,-. Fyri móttakarar,
uppsettir 1 tiðarskeiðinum 1. juli til 31. december, verður at gjalda kr. 77,50.
III. Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal boðast útvarpinum frá
skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa undan at gjalda fyri
næsta hálvár. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri tað hálvár, hann letur
radiomóttakaran í. Um radiomóttakari gerst ónýtiligur, eigur at boðast útvarpinum frá
skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir fyri at sleppa undan at gjalda fyri
næsta hálvár.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvarandi lógina um útvarp unđir sekt, eins og
gjalđið verður pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 8. juni 1978.
Dánjal P. Danielsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus (sign.)