Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Side 81
81
Nr. 42.
8. juni
KUNNGERÐ
um
studning til mjólkaframleiðslu.
Við heimild í § 17 2590/2405 í fíggjarløgtingslógini 1978/79 um studning til
mjólkaframleiðslu verður studningur latin neytaeigarum, sum her tilskilað í figgjarárinum
1978/79 undir fylgjandi treytum:
1) Søla um meiarí og góðkend sølustøð (mjólkasølur).
Neytaeigari, ið selur nýmjólk um meiarí ella um mjólkasølubúð, fær 15 oyru í studningi
fyri liturin. Studningurin kemur aftrat tí prísi, ið ein av landsstýrinum góðkend prísnevnd
saman við meiaríunum ásetur. Prísnevndin ásetur eisini útsøluprísin fyri mjólk í leysasølu frá
mjólkasølu.
2) Avlopsmjólk.
Avlopsmjólk, ið fer til ostagerð v.m., fær 100 oyru fyri liturin í studningi, treytað av at
avrokningarprísurin verður hægst 100 oyru lægri enn ásetti prísurin sambært § 1. Hesin
stuðul kann hægst umfata 8% av innvegaðu mjólkini.
3) Slaktineytakjøt.
Fyri neytakjøt selt til sølubúð, verður latin studningur 7 kr. pr. kg til neytaeigara, ið ikki
fær meira enn 12 kr. pr. kg í framleiðsluprísi. Verður selt beinleiðis til brúkaran, er
studningurin 5 kr. pr. kg til neytaeigara, ið ikki fær meira enn 14 kr. pr. kg í framleiðsluprísi.
Studningurin verður latin fyri kjøt av neytum, ikki yngri enn 2 ár, sum seld verða um
sølubúð ella til annan keypara. í bygdum, har ógjørligt er at selja mjólk við vinningi, verður
hægri studningur latin og einki aldurs- og prísmark.
4) Rómastudningur.
Neytaeigarar, ið liggja so óhøgliga fyri, at ógjørligt er at selja mjólk við vinningi til meiarí
ella mjólkasølubúð vegna flutningsvansar, men sum kunnu selja róma, fáa í staðin fyri
mjólkastudning 10 kr. í studningi fyri liturin av róma og upp til 1 kr. fyri liturin t
flutningsstudningi, men tó í ongum føri meira enn veruligu flutningsútreiðslurnar.
5) Privat mjólkasøla.
Neytaeigarar, ið selja mjólk beinleiðis til brúkara, kunnu fáa upp til 15 oyru í studningi fyri
liturin, tó ikki meira enn at studningurin og liturprísurin, ið brúkarin rindar tilsamans, ikki
verður hægri enn tann av prísnevndini ásetti útsøluprísur hjá meiarí í leysasølu.
6) Flutningsstudningur.
Flutningsstudningur verður latin við upp til 20 oyru fyri liturin til uttanbíggja
framleiðarar, ið selja nýmjólk og lata flyta hana til mjólkasølur.
7) Studningur til javning av mjólkaframleiðsluni.
Fyri at fáa burtur tann ójavna í mjólkaframleiðsluni, sum ávísar mánaðar á árinum er upp
til 20% í avlopsmjólk, meðan tað aðrar mánaðar er upp til 20% ov lítið av mjólk, verður til
útjavning av framleiðsluni latin studningur, ið er 5 oyru pr. litur fyri alla mjólk, ið verður
innvigað til meiaríini.
Hesin studningur verður goldin framleiðarunum, tá roknskaparárið er endað, og tann
samlaða mjólkanøgdin til meiaríið fyri hvønn mánaða er uppgjørd. Fyri hvørt meiarí sær
verður studningurin pr. litur til framleiðaran ásettur fyri hvønn mánaða sær.
Studningstreytirnar eru hesar:
ad 1) Søla um meiarí:
Uppgerð frá meiarí hvønn mánaða yvir litratal fyri hvørja bygd sær sambært
autoriseraðum handilsbókum við tilskilan av avrokningarprísinum hjá meiarí til
framleiðara (íroknað studning) og søluprísinum til brúkara.
Kunngerðasavn 1978