Føroya kunngerðasavn A og B - 18.12.1978, Page 141
141
Nr. 53
21. august.
KUNNGERÐ
um
løgtingsval.
Við heimild í § 15, 2. stk. í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting
ásetur løgmaður, at val verður til Føroya Løgting TÝSDAGIN 7. NOVEMBER 1978.
1. Nýggjur flokkur. Seinast 5 vikur áðrenn valdagin, tað er seinast TÝSDAGIN
3. OKTOBER 1978 kl. 1800 kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða landsstýrinum frá stovnan av
nýggjum flokki, sum tekur lut í valinum. Við fráboðanini av nýggjum flokki skulu fylgjadag-
festar og undirskrivaðar váttanir frá øllum veljarum, sum fráboða flokkin, og váttanirnar skulu
vera undirskrivaðar av avvarðandi kommunum, um at viðkomandi eru á vallista. Váttanir, sum
eru eldri enn 1 ár frá fráboðanardegnum, kunnu ikki góðkennast. Flokkurin verður tikin við
í býtinum av eykaumboðum.
2. Valevnislistar skulu vera formanninum í avvarðandi løgtingsvalnevnd í hendi í seinasta lagi
3 vikur áðrenn valdagin, tað er TÝSDAGIN 17. OKTOBER 1978 kl. 1800.
Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn 2 ferðir talið av løgtingsmonnum, ið veljast
skulu í valdøminum. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur.
Valevnini skulu verða so skilliga lýst við navni, starvi og bústaði, at eingin samanblanding við
nakran annan valbæran persón kann standast av. Listin skal vera undirskrivaður av val-
evnunum og í minsta lagi av 10 og í mesta lagi av 15 veljarum sum stillarum, og hjálagdur skal
vera listi yvir stillararnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði. Stillararnir
kunnu eisini undirskriva á avrit av valevnislistanum. Listin skal vera latin inn av einum stillara,
og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum fyri, at
listin er móttikin og nær.
Eingin má stilla upp samstundis til val í ymsum valdømum ella sum valevni hjá meira enn
einum flokki ella stilla upp uttanflokka og samstundis taka undir við einum flokki. Ger nakar
ímóti hesum, verður valið, um tað fellur á hann, ógildugt.
Eingin kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista. Hann, ið er stillari fyri fleiri listar,
kann ikki roknast sum stillari hjá nøkrum lista.
3. Floksgóðkenning av listum. I seinasta lagi 14 dagar áðrenn valdagin, tað er seinast
TÝSDAGIN 24. OKTOBER 1978 kl. 1800, kann ein flokkur skrivliga boða formanninum fyri
viðkomandi løgtingsvalnevnd frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar flokkurin góðkennir sum
listar floksins. Verður eingin tílík fráboðan gjørd, verða teir valevnislistar, sum taka undir við
flokkinum, roknaðir sum góðkendir av honum. Valevnislistar, sum ikki verða góðkendir av
flokkinum, verða at rokna sum uttanflokkalistar.
4. Ógildugur valevnislisti. Um valevnislisti verður lýstur ógildugur ella um valevni verður
strikað av listunum, skal henda avgerð valnevndarinnar, sum er endalig, verða skrivað í
valbókina og úrskrift úr henni um hetta skjótast møguligt og í øllum førum fyri valið, verða send
stillara, sum listan hevur latið inn. Heldur nevndin, at ein rættstundis innlatin valevnislisti er so
ófullfiggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanveg boða viðkomandi
stillara frá hesum og geva honum høvi til innan 24 tímar at bøta um brekið.