Fróðskaparrit - 01.07.2004, Side 26
24
ÓMARKAÐI KYN í FØROYSKUM
Bilurin er brotin (Jan, 2 ár)
c. Bilin bangið
Bilurin er bangin (Jan, 2 ár)
d. Mánin brotið
Mánin er brotin (Jan, 2 ár,
t.e. hann er hálvur)
Omarkað kallkyn
Spurningurin er nú, um vit í føroyskum
brúka kallkyn, tá ið vit vísa til tað almenna
yvirhøvur.
Okkurt kundi bent á, at so er, tí ikki er
óvanligt, at konufólk nýta kallkyn seg sjálv-
an og ikki kvennkyn seg sjálva, sum døm-
ini niðanfyri vísa. Tey eru øll frá 2004 og
tað eru konufólk, sum tosa. í (3a) hava vit
kallkynsformin, meðan vit í (3b) bæði hava
kvennkyn og kallkyn.
(3) a. eg ætli mær at trena meg sjálv-
an í sangskriving
b. ...og so krevur tú nokk so nógv
av tær sjálvari....drívur teg
sjálvan...
í fleiri orðafellum er tað kallkynsformurin,
sum vísir til tað almenna - altso er tað
ómarkaða kynið. Tað sæst í dømunum í (4),
har tað eisini er vert at leggja til merkis, at
eingin kann vera bæði kall- og kvennkyn,
sbr. eingin maður/kona var á ballinum...
(4) a. Eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir
b. Hann, ið árla rísur, verður um
mangt vísur'
c. Tað vildi hann/tann Dávur
sagt
d. Eingin kvøður betur, enn hann
kann (Petersen og Isholm,
2003)
Verður hugt at einum ópersónligum for-
navni eins og nakar, hevur tað kvennkyns-
formin nøkur, men spyrja vit, um nakar er
inni, verður kallkynsformurin nakar brúkt-
ur, ikki kvennkynsformurin nøkur.
(5) a. Er nakar inni?
b. Sást tú nakran, sum tú kendi í
gjárkvøldið í dansinum?
Sama við eitt nú onkur. í hvønn- og hvørj-
umfalli verður skilt ímillum kynini í før-
oyskum: onkran, onkrum í kallkyni, onkra,
onkrari í kvennkyni, og eisini her verður
kallkynsformurin vanliga brúktur:
(6) Sást tú onkran, sum tú kendi í
dansinum í gjárkvøldið?
og við spurnaðarfornøvnum verður eisini
kallkynsformurin vanliga brúktur, t.e.
hvønn og ikki hvørja.
(7) Hvønn tosaði tú við í dansinum
í gjárkvøldið
Eg havi eisini dømir, har konufólk brúka
kallkynssnið av einum lýsingarorði, tá ið
tey tosa um tað almenna, sum í (8), har ein
kvinna nýtir noyddur og móður, sjálvt um
tað væl hevði borið henni til at sagt noydd
og móð. Lurtar tú, hoyrir tú fleiri slík
dømir. Legg merki til, at tú og mann her
hava somu merking.